Ítróttur

Guðmundur Joensen vann bronsu í Danmark á Hvítusunnu

...

2015-05-27 18:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fleiri føroyskir triathletar luttóku í triathlon kapping í Danmark 1. Hvítusunnudag.
Kappingin fór fram í Vejle, og er kappingin ein liður í fyrireikingunum til leikirnar á Jersey, sum byrja um bara ein mánað.
Guðmundur Joensen skal umboða Føroyar, og hann luttók í kappingini í Vejle. Guðmundur gjørdist triði maður um málstrikuna. Tíðin var góð, og kappingarneytarnir sterkir triathletar.
Guðmundur Joensen vann silvur á Bermuda, tá Oyggjaleikirnir vóru har fyri tveimum árum síðan, og vónirnar eru góðar til næstu leikirnar, sum byrja um ein mánað.

- Hetta var ein hørð ruta og ein hørð kapping, og tí eri eg nøgdur við úrslitið, segði Guðmundur eftir kappingina.
Kappast varð á tí sokallaða OL teininum. Tá verður svomið 1500 metrar, súkklað 40 km og at enda runnið 10 km. Men vegna tað at vatnið bara var 11 hitastig, so broyttu fyrireikararnir svimjingina nakað. Ístaðin fyri at svimja 1500 metrar, bleiv svomið 750 metrar. Haraftrat máttu flest allir svimjarar lata seg í bæði handskar og hosur. Hetta ørkymlaði fleiri av luttakarunum, tí við køldum fingrum var torført at fáa triathlondraktina av sær.
Væl gekk eisini hjá Annelisu Jústadóttir Møss. Eins og Guðmundur gjørdist hon eisini nummar trý.
Føroyska triathlon landsliðið er mannað soleiðis:

Guðmundur Joensen
Andrass Joensen
Kári Davidsen
Hanus Debes Joensen

Annelisa Jústadóttir Møss
Anna Karina Ottosen

Á Jersey skulu føroysku triathletarnir kappast sunnudagin 28. juni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder