Vit hava verið í samband við Guðmund Joensen, sum sunnudagin fer saman við venjarnum hjá sær av landinum á veg til HM í triathlon, sum verður hildið í Las Vegas tann 8. september, kappingin startar klokkan 15:00 F?? tíð. Guðmundur hevur vant nógv til HM kappingina í hálvum ironman. Hálvt ironman stendur fyri 1.9 km svimjing, 90 km súkkling og at renna eitt hálvt marathon (21.1 km) til síðst.
Venjarin hjá Guðmundi er beiggin hjá honum Kristian Martin Joensen.
Nær byrjaði tú at venja triathlon?
- Eg byrjaði í januar 2008 við súkkling og fór orduliga yvir til triathlon í 2010.
Hvussu leingi hevur tú vant til HM?
- Eg kvalificeraði meg til HM í Las Vegas í september í 2012, so síðan tá havi eg vant ímóti HM.
Hvussu nógvar tímar brúkar tú til venjing um vikuna.
- Eg venji millum 8-10 tímar súkkling, 6 tímar svimjing, og 4 tímar renning og 2 tímar styrki venjing um vikuna.
Hvat er málið til kappingina?
- Málið hjá mær er at vera í top 3 í bólkinum M 18-29 ár.
Væntar tú at røkka tínum málið?
- Eg trúgvi uppá at eg kann røkka málinum, sum eg havi sett mær.
Hvat fyri ítótt hevur tú gjørt?
- Eg svam í 12 ár, annars havi eg róð í 4 ár og eitt sindur av fótbólti og hóndbólti havi eg eisini spælt.
Nær byrjaði tú at íðka ítrótt?
- Eg svam mína fyrstu FM kapping sum 5 ára gamal, so faktiskt havi eg íðka ítrótt síðan tá.
Hvør er tín størsta ítróttahending?
- Uha, ringt at siga. Nummar 5 í Portugal í hálvum ironman við fantastiskari tíð, annars tær kappingar eg havi vunnið uttanlanda, Írlands kappingin í fjør, ella tá okkurt loysnar, ið eg havi bart við fysiskt og mental, fyrstu ferð eg koyrdi yvir 40 km/t í miðal stendur frammalaga.
Hvør er tín størta styrki?
- Eg eri javnt sterkur í øllum trimum greinunum, sum hoyra til triathlon (svimjing, súkkling og renning).
Hvat er tín veika síða?
- Eg skilji ikki spurningin, sigur Guðmundur skemtandi.
Hvat er títt mál aftaná HM?
- Tað verður sett í samráð við venjara, men Hawai Ironman stendur avgjørt frammaligani.
Vit á jn.fo ynskja Guðmundi Joensen góða eydnu í Las Vegas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald