Guðmundur Bjarnason, fyrrverandi borgarstjóri í Neskaupstaði og seinni borgmeistari í Fjarðabyggð, andaðist leygardagin á sjúkrahúsinum í Neskaupstaði.
Guðmundur varð føddur í Neskaupstaði 17. juli í 1949, hann var búsitandi í Neskaupstaði alt lív sítt. Hann giftist við Klaru Ívarsdóttir, tey áttu tvey børn.
Guðmundur hevur í fleiri ár stríðst við herviliga sjúku, og nú orkaði hann ikki meira.
Eg kom at kenna Guðmund fyrst og fremst av ítróttarfelagnum ??rótti í Neskaupstaði og vinarbýarsamstarvinum millum Sandavág og Neskaupstað. Eg havi nógv at takka Guðmundi fyri - minnini eru góð.
Guðmundur var formaður í ??rótti 1984 til 1987, hann sæt í stjórini hjá íslendska fótbóltssambandinum 1978 til 1991 og formaður í fótbóltsdeildini hjá ??rótti 1975 til 1985.
Guðmundur var sera virkin í Neskaupstaði - har hann starvaðist sum lærari í frá 1973 til 1977, hann var nevndarlimur í Sildarvinnsluni HF 1977 til 1991, tá gjørdist hann borgmeistari í Neskaupstaði, og seinni, tá ið kommunurnar løgdu saman á Eysturlandinum í 1998, tá gjørdist hann borgarstjóri Fjarðabyggðar, sum hann røkti til 2006. Tey seinastu árini hevur hann starvast hjá alminiumsverkinum Alcoa Fjarðaáli.
Hvíl í friði góði vinur.
Jóanis Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald