JN

Gud signi Føroyar ??? Hví ikki siga, júst sum tað er?

...

2018-02-28 17:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Petur Háberg hevur lagt henda tekstin út á Facebook: Í kjalarvørrinum av báðum teimum seinastu sendingunum hjá Heina í Skorini, hevur ein rúgva av meiningum florera á sosialu miðlunum. Havi sjálvur verið á Zarepta og verið leiðari á onkrari legu, umframt eg eisini havi ligið á knøunum í Kelduni í síni tíð og framført eitthvørt. Men eins og Heini, so eri eg ikki har longur. Vit eru tað, sum man kallar ???fráfalnir???. Og tað er fair game, sum man sigur.

Men tað er ein rúgva av fólki, ið hava sagt ???hóv hóv??? og orðborið sína verju fyri Kelduna og fyri Zarepta/Nesvík. Serliga er tað ???vinklingini??? hjá Heina, ið hevur øst fólk. Og orsøkin til, at eg skrivi alt hettar her, er tí at eg ??? sum fyrrverandi insideari ??? kann vónandi nuansera og klárleggja hetta kjakið eitt sindur betur.
Lat okkum byrja við Kelduni og samkyndleika. Tað einasta, sum flest øll hugsa er: Kann man vera samkyndur og ganga í Kelduni? Ein rúgva av ???he said ??? she said??? hevur verið runt um hetta, tí onkur er ónøgdur við vinklingina osfr. Men tað sum eingin sigur er, at tað púra ímóti øllum teimum kristiligu grundsúlunum í Kelduni, at nakar er samkyndur. So ómetaliga púra einkult er tað. Ein og hvør, sum er samkyndur ??? sambært Kelduni ??? livir í synd, og má grøðast frá tí. Tvs. at Arni er altíð vælkomin, men so leingi hann er samkyndur er tað okkurt, sum skal grøðast ella broytast. Eg skilji ikki, hví Keldan kennir seg so órættvíst viðfarna í hesum. Bøssar, lebbar, trans osfr. er millum tey fryktiligastu tingini man sum fríkirkilig samkoma kann uppliva. Og tað veit ein og hvør, sum hevur verið har. Tað er so sólarklárt: ???Ert tú samkyndur, so hevur tú null pláss í Kelduni. Punktum!???. Og tað skuldi Keldan bara melda heilt klárt út beinanvegin, heldur enn at royna at steðga sendingini.
Og næsta sendingin var um Zarepta og Nesvík. Og tað er sjálvandi ein bumba. Tí nær er ævinleikin præsentabul fyri børn? Havi sum sagt sjálvur gingið í Zarepta frá barnsbeini og eisini verið leiðari nøkur ár. Og tað var fantastiskt uppá nógvar mátar. Súkklubátar, kanotúrar, gentir frá Eysturoynni osfr. Tað var ein sansaeksplosión, sum vildi nakað. Og tá ið vitnisburðamøtini komu, so snúði tað seg um at hava síni ting í ordan við Gudi. Tí entin fór tú til himmals, ella fór tú til helvitis. Og tað var sera greitt: Sæla, ella tú brendi í allar ævir.
Tí er tað stuttligt at lesa tað, sum John í Skemmuni skrivar í lesarabrævi sum eina verju fyri Zarepta, tí um tað var nakar, ið var raskur at tosa um fortapilsi, so var tað hann. Tað var onkursvegna hansara ting, at taka pallin ??? um nú ikki leiðarar og talarar høvdu sligið til ??? og bomba álvarsemi við helviti og ævinleikanum ígjøgnum, hóast hann sigur, at hann einki kennir til tað í dag. ???Turn or burn??? vóru tema???ini gjøgnum øll míni ungdómsár í Zarepta, og hevði John í Skemmuni flair fyri tí, betur enn tey flestu.
Samanumtikið er tað so fjákut, at Keldan roynir at skúgva sær undan syndini sum samkyndleiki er í teirra fatan, og Zarepta roynir at skúgva sær undan boðanini um frelsu frá ævigum syndafortapilsi í Helvitiseldinum. Hetta eru heilt grundleggjandi súlur í boðskapinum hjá báðum tveimum, og tí tykist tað so fjákut at koma út í miðlar um, at man ikki hevur havt tíð at svara ella at hatta kennur man ikki til. Hattar er boðskapurin, og so er tað nógv frægari, at man bekennir kulør og sigur: Ja, vit trúgva uppá hetta ella hatta. Deal with it!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder