Hesi trý málsøkini leggja vit á borgarlistanum allrastørsta dentin á til komandi valskeið.
Grundstykkini í nýggju útstykkingini á Steigabø nøkta ikki tørvin í Sandavági og í Miðvági krevjast eisini nýggjar útstykkingar.
Á borgaralistanum vísa vit á møguleikar til húsabygging framvið Nesavegnum, men vit eru eisini opin fyri øðrum hugskotum, td. einum vegi frá "Evigheitini" norður í traðarvegin norð gjøgnum Leitistrøðna í Miðvági og einum vegi omanfyri nýggju útstykkingina gjøgnum Steigabø í Sandavági.
Báðar størru bygdirnar hava nýggjar barnagarðar og eru sostatt væl fyri í so máta. Men nýggj/betur hølir til frítíðarskúlan mugu koma á skrá. Ikki minst orsakað av, at vit í komandi valskeiði skjóta upp at víðka frítíðarskúlan til 3. flokk.
Vit duga ikki at síggja realistiskar møguleikar fyri eini skattalækking her og nú. Rokningarnar fyri barnagarðarnar, og skúlan og útbygging av Ellis- og Røktarheiminum skulu gjaldast, og samstundis vilja vit, at kommunan skal standa seg í kappingini við aðrar kommunur viðvíkjandi øllum kommunalum tænastum.
Fremri enn skattalækkingar beinanvegin, raðfesta vit eina lækking av gjøldunum til barnagarðar og frítíðarskúla, tí tað fer at lætta um hjá smábarnafamiljunum.
Mentanar- og svimjihøll á Giljanesi?
Í komandi valskrá er okkara mál at projektera næsta byggistig av Skúlanum á Giljanesi.
Mítt uppskot er, at vit leggja eina Svimjihøll í passandi stødd inn í verkætlanina og helst eina nútímans, sum tær vit síggja td. í Runavík og í Fuglafirði.
Skúli, ítróttar-, svimji- og mentanarhøll eiga at vera hita við jarðhita.
Vit á borgaralistanum vilja, at eisini teir yngstu skúlaflokkarnir skulu hava svimjing á tímatalvuni, og fara at leiga tímar til hesi afturat, í Svimjihøllini í Sørvági og evt. Kvívík.
Eldrapolitikkur.
Tað eldra ættarliði eigur heiðurin fyri, at bygdirnar í kommununi eru á so høgum støði, og vit skulu tí veita teimum, ið missa heilsuna og møguleikarnar fyri at syrgja fyri sær sjálvum, tey bestu tilboðini fyri røkt, umsorgan og kærleika.
Áherðsla skal leggjast á, at tey eldru sum longst skulu klára seg í egnum heimi. Vit halda, tað er gott, at tey fáa mat borðnan og at kroppslig røkt verður viett teimum, ið hava hana fyri neyðini. Men vit vilja arbeiða fyri, at peningur verður avsettur, so teimum, ið tørva tað, verður veitt hjálp til reingerð og dagligt hald.
Vitjanartænasta heima og á røktarheiminum vilja vit seta í verk, og dagtilhaldi fyri eldri heimabúgvandi vilja vit menna.
Stutt sagt eru 1. Grundstykkir, 2. Barna- og 3. Eldratrivnaður millum fremstu raðfestingarnar hjá okkum á Borgaralistanum.
Maria Ellefsen Næss, Valevni á lista C, Borgaralistin, til Kommunuvalið '16 í Vága Kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald