Politikkur

Grundlógin tryggjar Sea Shepherd - ikki føroyskum fiskimonnum

...

2015-06-17 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvar er logikkurin?

Danska stjórnin noktaði at útihýsa Sea Shepherd, við grundlógini í hondini. Sama reyða stjórnin útihýsti føroyskum fiskimonnum úr donskum havnum - við stuðuli frá javnaðarflokkinum.

Ergo hava Sea Shepherd betri rættindi enn føroyskir fiskimenn... Og so vil Helle Thorning Schmidt og javnaðarflokkurin hava tín stuðul! Niksen biksen, góðu føroyingar. Latið okkum sláa manngarð um føroyskar fiskimenn og føroyskan siðaarv. Latið okkum standa saman um føroysk áhugamál. Latið okkum verja føroysk rættindi. Latið okkum standa saman N??, tí seinast manglaðu vit nakrar fáar atvkøður. Annars átti vit fólkatingssessin. So hevði hetta ONGANTÍÐ hent.

Tí er tað umráðandi at T?? fert á val og velur eitt fólkafloksimboð, tí vit fara ongantíð at stuðla einari stjórn, ið tekur Sea Shepherd fram um føroyskar fiskimenn.


Hanus Samró
Valevni hjá Fólkaflokkinum til Fólkatingið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder