Undirritaði metir tað neyðugt at koma við nøkrum viðmerkingum av princippiellum karakter.
Fyrst skal eg tó tóna reint flagg. Í málinum um hjúnabandslógina byggir Kirkjuliga Heimamissiónin síni sjónarmið á Halgubók, ið definerar eitt hjúnalag sum ein maður og ein kvinna. Hetta standa vit við, samstundis sum vit virða samkynd eins og øll onnur menniskju.
Millum alt, sum er sagt og skrivað v.m., meti eg tað gagnligt at vísa hvør øðrum á tey grundlógartryggjaðu rættindi, vit borgarar hava. Her er talan ímillum annað um trúar- og talufrælsi og rættin at samlast alment.
Hvat sigur Grundlógin?
Í grundlógini § 77 verður talufrælsi lógarfest:
???Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker, dog under ansvar for domstolene. Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde påny indføres.???
Talufrælsi ??? innan lógarinnar karmar - er galdandi fyri ein og hvønn ??? uttan mun til sjónarmið.
Eisini verður rætturin til at samlast alment lógarfestur í § 79:
???Borgerne har ret til uden forudgående tilladelse at samle sig ubevæbnede. Offentlige forsamlinger har politiet ret til at overvære. Forsamlinger under åben himmel kan forbydes, når der af dem kan befrygtes fare for den offentlige fred.???
Rætturin til at samlast alment er galdandi óansæð sjónamið, tá ið treytirnar í greinini er uppfyltar.
Talufrælsi
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í málinum um hjúnabandslógina gjørt brúk av sínum grundlógartryggjaða rætti til at úttala seg.
Ein og hvør hevur rætt til at seta spurnartekin við hjúnabandslógina, eins og ein og hvør hevur rætt til at halda, at hjúnabandslógin er røtt, sonn og gagnlig.
Tá ið onkur so heldur og troyttast av, at ein næstan ikki kann hyggja í ein miðil uttan at síggja sjónarmið fyri Guds hjúnalagsskipan, so vil eg minna á, at hetta er ein grundlógaðartryggjaður rættur. Eins og fólk áhaldandi hava rætt at kalla Guds skipan av hjúnabandinum fyri ótíðarhóskandi. Hetta er fólkaræði.
Løgtingsval verður 1. september, og valevnini, ið hava bjóðað seg fram, mugu sjálvsagt sleppa at varpa ljós á síni sjónarmið ??? bæði tey, sum eg eri samdur við, og tey, sum eg eri ósamdur við. Ja, allir borgarar hava ein grundlógartryggjaðan rætt til alment at siga frá síni hugsan.
Eg eri sera glaður og takksamur fyri at búgva í einum landi, har tað er loyvt at siga sína hugsan. Hetta kunnu vit í kristnum londum, og nú skulu vit atkvøða fyri ella ímóti Guds definitión av hjúnabandinum.
Símun Persson Jacobsen
Formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald