Grundin, hevur við árunum ment seg til at vera ein tann besta elektroniska veitslan í Føroyum, í ár verður stigið tikið fult út. Grundin er sett í stand, og konseptið er endurumhugsa, so hetta verur ein risastór elektronisk veitsla.
G! hevur latið samskipanina upp í hendurnar á Fred Ruddick, ið er enskur DJ, ið býr í Føroyum. Hann hevur ment konseptið, so grundin 2015 fer at hava trý klubbkvøld, við tónleiki frá midnátt til kl. 4. Hesi klubbkvøld flyta ensku klubbarnir You Dig? og Eat Your Greens teirra ófatiliga feitu dansigólv til Syðrugøta, meðan okkara egna elektroniska geni Brynjolfur er vertur á einum kvøldið.
Hóskvøldið fer ???You Dig??? at yvirtaka Grundina. You Dig er eitt klubbkonsept frá Manchester, stovnað av bretska framleiðara og plátufelagsstjóra Diesler, ið fer at diska saman við hinum fasta liminum og stovnaranum Si Ham. Saman fara teir at diska upp við tí besta innan funk, soul, latin og disko.
Fríggjakvøldið verður tað ???Brynjolfur Presents???, har vit hava fingið føroyska stjørnuskotið innan elektroniskan tónleik at skipa fyri eini minniligari nátt í Grundini. Væntað tað allarbesta innan norðurlendskt house og techno. Við sær hevur Brynjolfur Kant úr Danmark og Gluteus Maximus úr í Íslandi.
Leygarkvøldið lata vit mæta ???Eat Your Greens??? klubbin úr Liverpool flyta inn í Grundina. Eat Your Greens klubburin hevur verið eitt útselt tiltak í 7 ár. Klubbin hevur kunna bjóða nøkur av størstu nøvnunum í bretsku undirgrundini. Leygarkvøldið verða tað føstu limirnir ið fara at seta gongd í Grundina, og tú kanst gleða teg til reggae, garage, jungle og bass.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald