2019-08-06 18:34

??ll tey grønlendsku og føroysku skipini, sum hava roynt eftir makreli við Eystur-Grønland eru givin, men enn trilkast 5 russisk skip við Eystur-Grønland.
Tey grønlendsku eru nú stødd góðar 100 fj. norður ur føroyska markinum, har royna eisini nógv russisk skip.
Norðborg og Christian í Grótinum, sum eisini vóru í Eystur-Grønlandi, hava leitað í nakrar dagar norður úr Íslandi, norður ímóti markinum við Jan Mayn, men tað er einki at síggja, segði Jón Rasmussen skipari á Norðborg, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann.
Jón segði eisini, at hesa tíðina í fjør, høvdu skipini fiskað 35.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi, hann helt, at tað neyvan vóru fiskað 4.000 tons higartil í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald