2016-07-26 13:27
Skipini, sum royna eftir makreli í grønlendskum sjógvi,hava havt góðan fiskiskap, tey royna heilt eystur ímóti íslendska markinum.
Polar Prinsess er ávegis til Hafnafjørðin at landa, teir verða har í morgin, Polar Princess hevur 700 tons af frystum, teir hava fiskað í 5 dagar.
Polar Amaroq siglir eisini inn, teir landa í Helguvik í morgin, Polar Amaroq hevur 700 tons av frystum og 300 tons av feskum í tangunum.
Sí "Ormin" á mynd niðanfyri, sum vísir makrel-skrift hjá Polar Princess.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald