Skúlanæmingar úr Niaqornaasuk í Norður-Grønlandi hava í eina viku verið á vitjan hjá næmingum í 8. flokki á Skúlanum á Giljanesi.
Grønlendsku næmingarnir hava upplivað nógv hesa vikuna - m.a. vóru tey við í grindadrápinum, sum var í Miðvági seinasta leygarmorgun. Tey hava verið á vitjan í Havn o.a.
Eisini hevur undirvísing verið á skrá nakrar av døgunum.
Niaqornaarsuk er ein bygd við umleið 300 íbúgvum. Í skúlanum í bygdini eru uml. 60 næmingar og 7 lærarar. Flestu næmingarnir eru í framhaldsdeildini. Komanddi skúlaár byrjar eingin nýggjur næmingur í skúlanum í Niaqornaasuk.
Fólkið í Niaqornaarsuk livir av sjónum, har eru nakrir fiskimenn og so hevur Royal Greenland eit virkið har, har fleiri fólk arbeiða.
Trupulleikin í Niaqornaarsuk er, at bygdin liggur so norðalaga og at sambandi ikki er so gott við bygdina, tí er ringt at halda uppá tað unga fólki, tey flyta til høvuðsstaðin Nuuk.
8. floks næmingarnir frá Skúlanum á Giljanesi vitjaðu í Niaqornaarsuk í september í fjør. Tað var ein uppliving, sum tey seint fara at gloyma, siga tey í 8. flokki á Giljanesi.
Í dag gekk dagurin við, at næmingarnir vóru til tónleik, evning og ítrótt á Skúlanum á Giljanesi.
Í kvøld er samkoma á skúlanum fyri gestum og vertum - Vit vóru har og tóku myndirnar, sum liggja niðanfyri her.
Grønlendski hópurin fer úr Føroyum leygardagin, tey verða í Keypmannahavn í tríggjar dagar, áðrenn leiðin verð løgd aftur til Grønlands týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald