2016-03-14 18:34
Grønlendski trolarin Tuugaalik er á Havnini í dag eftir útgerð til nýggjan svartkalva túr við Eysturgrønland. Tuugaalik hevur verið á verft í Danmark.
Væntandi loysir Tuugaalik av Havnini í kvøld, tá allar trolgreiðirnar, sum hava verið til umvælingar hjá Vónini og nýggj útgerð er komin umborð.
Tuugaalik gjørdi eitt gott ár í fjør, fyri tað mesta fiskaðu teir svartkalva.
Nakrir føroyingar eru við Tuugaalik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald