Politikkur

Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar- og innlendismálum hitti Anniku Olsen, landsstýriskvinnu

...

2014-01-10 01:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almanna- og kommunumálum hevði í gjár fund við grønlendska starvsbróðirnum, Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður í fíggjar- og innlendismálum.


Á fundinum høvdu tey sínámillum kunning um støðuna og avbjóðingar í ávikavist grønlendska og føroyska samfelagnum, serliga á kommunala økinum.

Vittus Qujaukitsoq greiddi m.a. frá, at í Grønlandi eru tey í fer við at gera eina eftirmeting av almenna bygnaðinum, herundir kommunala bygnaðinum. Í Grønlandi eru 4 kommunur, og avbjóðingar eru m.a. at tryggja eins tænastur í smærri bygdunum og størri býnum. Somuleiðis er Grønland í fer við at leggja eldraøki út. Vittus Qujaukitsoq kunnaði um, at í Grønlandi hava kommunurnar uml. 1/3 av øllum almennum uppgávum, og arbeitt verður við at leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar.

Í Grønlandi hava tey sera stórar avbjóðingar við at ein stórur partur av arbeiðsmegini er uttanfyri arbeiðsmarknaðinum. Annika Olsen greiddi frá, at hóast vit í Føroyum hava eins stórar trupulleikar, samtykti Løgtingið herfyri lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, har eitt av høvuðsendamálinum er at tryggja at fólk ikki enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin.

Í Grønlandi hava tey eisini líknandi trupulleikar sum vit hava í Føroyum við fólkafráflyting av yngra ættarliðunum, og arbeiðir sjálvstýrið við, hvussu tey kunnu basa hesum avbjóðingum.

Bæði landsstýriskvinnan og landsstýrismaðurin vóru sera væl nøgd við fundin, tí tey høvdu nógv mál av felags áhuga at umrøða og avtalu at styrkja samstarvið sínámillum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder