Vinna

Grønlendingar aftur ein nýggjan trolara

...

2019-09-25 22:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggjasti trolarin í grønlendska flotanum -Polar Nattoralik - kom á Havnina í dag, trolarin er bygdur í Spaniu og er ávegis til Grønlands, teir liggja við Vóna-kaiina, so helst taka teir útgerð umborð.

Skipari á nýggja farinum er Hans Martin Høj.

Skipið er sera væl útgjørt - m.a. ger tøknin viðv motorinum,sum koyrir uppá okkurt nýtt system, at hann brennir nokk eini 20% minni enn ´´normalt´´, tí hóast stórt skip og breitt og stóran motor brennir hann ikki meir enn eini 13 tus l/dag.


Polar Nattoralik er 80 metrar langur og 17 metrar breiður.

Vit ynskja skipara, manning og Polar Seafood Guðs signing við nýggja skipinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder