2015-09-17 13:24
Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini fer avstað í dag 17. september.
Fyrsti steðgur er í Keypmannahavn, har tey í annaðkvøld skulu syngja og hava andakt á føroyska sjúklingahotellinum.
Fríggjamorgunin gongur leiðin til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, har toymið skal búgva á sjómansheiminum. Har skulu tey hava andaktir, syngja og hava bíbliutíma.
Vitjað verður umborð á skipini sum koma inn til Nuuk. Harafturat skulu tey vitjað á sjúkrahúsinum, fangahúsinum, ellisheimum, Bláa Kross, eldrafelagið, kirkjur og samkomur.
Toymið verður aftur í Føroyum 29. september.
Toymið takkar fyri stuðul og forbøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald