Vinna

Grøna framtíðin á breddan

...

2016-09-02 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV:

Tony Seba, altjóða viðurkendur framtíðargranskari á Stanford University í California, verður høvuðsrøðari, tá SEV skipar fyri altjóða ráðstevnuni, ???100by2030???, í Norðurlandahúsinum 27. og 28. september. Veðurlagsserfrøðingurin hjá DR, Jesper Theilgaard, hevur eisini áhugaverdan virtuellan fyrilestur, umframt at stórar altjóða fyritøkur senda síni umboð til ???100by2030???

SEV varpar ljós á grøna elorku, nýbrot á elorkuøkinum, visiónir og veðurlagsbroytingar á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 27. og 28 september. Ráðstevnan, sum ber heitið ???100by2030???, verður hildin stutt undan, at SEV fyllir 70 ár 1. oktober.

Høvuðsrøðari verður altjóða viðurkendi framtíðargranskarin, Tony Seba frá Stanford University í California, sum t.d. metir, at tøkniligi framburðurin næstu árini verður so stórur, at olja ikki verður brúkt sum brennievni til flutning á landi í 2030. Umframt at undirvísa, ráðgeva og halda fyrilestrar er Tony Seba íverkseti við tilknýti til Silicon Valley.

Jesper Theilgaard, veðurlagsserfrøðingur á DR, hevur ein áhugaverdan virtuellan fyrilestur um veðurlagsbroytingar, har hann bæði viðger veðurlagsbroytingarnar í heimshøpi og við atliti at Føroyum og øðrum oyggjabólkum.

Vatn, vindur, sól, sjóvarfall og orkugoymslur hava eisini sítt pláss í skránni. Fleiri altjóða fyritøkur senda umboð á ???100by2030??? at greiða frá grønum framtíðar orkuloysnum. Teirra millum eru týski vindmylluframleiðarin, ENERCON, og franski battaríframleiðarin, Saft Batteries. SEV og Orka hava hvør sín fyrilestur, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, setir ráðstevnuna, sum eisini verður kryddrað við videoinnsløgum og tónleiki.

- SEV vil fegin á ein lættan og hugtakandi hátt stuðla upp undir vitanardeiling innan grøna orku. Nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava næstu 15 árini, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

???100by2030??? verður, sum nevnt, hildin 27. og 28. september. Seinna dagin fáa ráðstevnugestirnir høvið at vitja vindmyllulundina í Húsahaga fyri at kunna seg nærri um battarískipanina og nýggju tøknifrøðina. Ráðstevnan endar við almennari móttøku í sambandi við, at SEV verður 70 ár 1. oktober.

Til ber at melda til ráðstevnuna á ensku heimasíðuni100by2030.org. Ráðstevnan fer fram á enskum máli, og luttøkugjaldið er 1.000 krónur.

Skráin fyri ???100by2030??? sæst niðanfyri.

Tuesday 27th of September 2016 ??? 08.00-16.30

-Registration and Coffee

-Welcome and opening with Jákup Suni Lauritsen, Chairman of SEV-board

-Inaugural address by Sirið Stenberg, Minister of Energy

-SEV Vision for 100% sustainable electricity system by 2030, Hákun Djurhuus, CEO SEV

-KeyNote: Clean Energy Disruption, Tony Seba, futurist, Stanford University, California

-The Political framework in the Faroe Islands, Orka

-Short term forecasting of renewable energy resources, ENFOR, Henrik Aa. Nielsen

-Virtual presentation: Global weather changes and impact on longterm planning, Jesper Theilgaard, Climate Expert DR (Danish Broadcasting Corporation)

-Electricity storage ??? the perspective of a WEC manufacturer, ENERCON, Bettina Lenz

-A New Era for Wind Plants: Battery storage to smooth production and

provide ancillary services, Saft Batteries, Jesus Lugaro

-Batteries for domestic and utility storage, (TBC)

-El Hierro, towards energy self-sufficiencys, Gorona de Viento

-Wind power stored in hydrogen, (TBC)

Wednesday 28th of September 2016 ??? from 08.00

-Registration and Coffee

-Pathways to developing sustainable energy systems for islands , Aquaterra, Gareth Davies

-Wind power plants supporting a 100% system, ENERCON, Eckard Quitmann & Eike Gentsch

-Integration of Solar Photovoltaics, (TBC)

-The role of Hydro Power in future energy system, (TBC)

-Renewable Autonomous Energy Systems, YOUNICOS

-Flexible Consumption, Jørgen S.Christensen, CTO Danish Energy Association

-Excursion to Húsahagi to see the new battery system, the new sub-station and the wind farm (SEV presenting operational results from BESS)

--0--SEV 70 Years Anniversary Reception--0--

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder