Umleið 300-400 fólk lýddu á, meðan stjórin í SEV greiddi frá avbjóðingunum innan grøna elorku í Føroyum, sum ætlandi skal verða 100 prosent grøn í 2030
SEV borðreiddi við grønu kósini á arktisku ráðstevnuni, The Arctic Circle, í Reykjavík fyrrapartin, har Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, umboðaði elfelagið saman við nevndarformanninum, Jákupi Suna Lauritsen. Stjórin í SEV var partur av eini longri framløgu úr Føroyum saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.
1.700 fólk eru á ráðstevnuni, og eini 300-400 av teimum lýddu á framløguna hjá løgmanni, føroyska fólkatingsmanninum og SEV-stjóranum.
Hákun Djurhuus greiddi frá grønu kósini hjá SEV, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju í 2030, tá ætlanin er, at øll orka á landi skal koma frá elorku, sum stavar frá varandi orkukeldum ??? vatni, vindi, sjóvarfalli og sólorku.
Eisini greiddi SEV-stjórin frá avbjóðingunum í Føroyum at fáa eitt nú nógvan vind, ið er óstøðug orkukelda, inn á føroyska elnetið, sum liggur avbyrgt í Norðuratlantshavi. Føroyar hava ikki møguleika at binda í størri elnet og keypa elorku haðani, soleiðis sum Danmark t.d. kann keypa elorku úr Svøríki og Týsklandi. Sostatt noyðast Føroyar at hava sína egnu backup-skipan.
Føroyska avbjóðingin er í løtuni at fáa sum mest av óstøðuga vindinum til høldar, samstundis sum elveitingin er støðug, og tað skal m.a. gerast við nýggju battarískipanini í Húsahaga, ið skal javna óstøðuga vindin út á elnetið. Ein onnur avbjóðing hjá Føroyum í elorkuhøpi er, at ov lítið av vatni og vindi er um summarið, og tí verður arbeitt við loysnum, sum kunnu goyma vindorkuna í longri tíð ??? t.d. pumpuskipan og møguleikanum at gera vetni (brint) úr vatni.
Í báðum førum er talan um at brúka yvirskotsorkuna frá vindinum. Yvirskotsorkan frá vindinum kann brúkast til at pumpa vatn niðan aftur í byrgingarnar, eftir at tað er farið ígjøgnum turbinurnar, og vindorkan kann eisini brúkast til at framleiða vetni úr vatni, sum síðani kann nýtast eftir tørvi.
Íslendski forsetin ??lafur Ragnar Grimsson, sum m.a. vitjaði SEV á Føroyaferð síni í august, er við á arktisku ráðstevnuni. Aðrir leiðarar á The Arctic Circle eru t.d.: franski forsetin Francois Hollande, Prince Albert II úr Monaco, Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík og Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
The Arctic Circle hevur til endamáls at menna samstarvið í arktiska økinum við samrøðum og at seta framtíðina hjá Arktisk í altjóða miðdepilin. Ráðstevnan verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald