Vinna

Gróður og reyðæti eystur úr Suðuroynni

...

2016-04-18 09:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Havstovan skrivar:

Tá Magnus Heinason sigldi tvørtur um Munkagrunnin og eystan fyri Suðuroynna inn móti Landgrunninum mánadagin 11. apríl, sást óvanliga nógv ekkóskrift í ovastu 100 metrunum (Mynd 1). Ein glúpur, loraður niður í sama øki, tó har minni ekkóskrift var, vísti at talan var um reyðæti. Vanliga kemur reyðæti upp úr djúpa havinum uttan fyri Landgrunnin hesa tíðina og er at finna í ovaru løgunum, har tey eta plantuæti og byrja at gýta.

 

Fylgisveinamyndir vísa, at hesar dagarnar var nakað av gróðri (plantuæti) inni við land og nakað útfrá (Mynd 2), serliga í sama øki sum nógva ekkóskrivingin sást.

 

Spennandi verður at fylgja við, hvussu gróðurin fer at hilnast í vár. Til ber at fylgja við á okkara heimasíðu: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=15&Itemid=120

 


Mynd 1. Ekkóskrift frá Magnus Heinasyni tann 11. apríl 2016 tvørtur um Munkagrunnin og eystan fyri Suðuroynna.

 


Mynd 2. Plantuæti í vatnskorpuni 10. apríl 2016. Mátingarnar eru heintaðar frá http://marine.copernicus.eu/. Kósin hjá Magnus Heinasyni 11. apríl er víst við reyðum. Staðið, har glúpurin er tikin, er víst sum svartur prikkur. Hvítu blettirnir eru skýggj. Dýpdarlinjurnar vísa 100 m og 200 m dýpi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder