2015-07-23 22:54
Nakað fyri klokkan 17 legði grindin, sum varð funnin av ferðafólki í Mykineshólmi, beinini á Bíggjarsandi.
Tað eydnaðist ikki Sea Shepherd at órógva raksturin, men sum vit skilja á lagnum, eru minst tveir limir í Sea Shepherd handtiknir fyri at órógva drápið.
Paul Watson skrivar á Facebook, at leiðarin fyri Sea Shepherd-fólkunum í Føroyum, Rosie Kuneke og Christopher Bondue eru handtikin á sandinum, og at tveir SS-limir í báti eru afturhildnir av donsku sjóverjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald