2017-10-29 18:01

Fyri eini løtu síðani legði grindin beinini, sum var funnin út fyri Lambavík tíðliga fyrrapartin.
Jacob Vestergaard sigur við kvf, at eini 50-60 hval løgdu beinini. Grindin vildi ikki gera landgongd, men tað gekk væl at fáa lívið at grindini avlíkavæl sigur Jacob.
Enn er óvist hvar skorið verður upp, antin verður tað í Skálabotni ella á Skála. Jacob ætlar at fáa seðlarnar út so skjótt tað ber til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald