2021-06-26 23:57

Fyri einum góðum tíma síðani var boðað frá grind í Vestmannasundi.
Mett var tá at talan var um 80-100 hval.
Grindin er nú hildin til á Leynasandi, og mett verður at umleið 70 hval hava lagt beinini.
Hvalirnir verða nú sleipaðir til Kvívíkar, har grindin verður merkt. Nær seðlarnir koma út frætta vit um seinni.
Drápið gekk væl, tað var ikki nógv fólk á sandinum, umleið 20 bátar vóru við í drápinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald