Mentan

Grindaskeið

...

2015-02-17 16:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skipað verður fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðini verða á hesum støðum: 

Tórshavn17. februar 2015kl. 19:00

í Eysturskúlanum

Klaksvík23. februar 2015kl. 19:00

í ??saskúlanum

Vágoy25. februar 2015kl. 19:00

í Sørvágs skúla

Runavík2. mars 2015kl. 19:00

í Løkshøll

Suðuroy4. og 23. mars 2015kl. 19:00

í Miðnámsskúlanum í Grønudali

Sundalagnum9. mars 2015kl. 19:00

í Felagsskúlanum á Oyrarbakka

Sandoy11. mars 2015kl. 19:00

í Sands skúla

Vestmanna16. mars 2015kl. 19:00

í Vestmanna skúla


Ikki er neyðugt við tilmelding.

Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:

Grindaskeið
§ 18  Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder