2015-08-10 18:40
Ákærdu Sea Shepherd fólkini blivu øll dømd í Føroya Rætti fríggjadagin. Bøturnar svaraðu til tað sum Løgtingið helt verða hóskandi fyri at forða og/ella órógva rakstri og grindadrápi.
Støddin á bótini svaraði til lógarbrotið. Tann eini ákærdi fekk bert 5.000 kr. í bót, tí hann hvørki forðaði ella órógvaði.Fríggjadagin fingu vit eisini tíðindi um, at trý ferðafólkaskip høvdu avlýst ferðina til Føroyar. Hetta hevur onki við fráboðanarskylduna í grindalógini at gera. Hetta eru fólk, sum eru ímóti grindadrápi, og tí nýta høvið til at gera vart við seg, í royndini at fáa føroyingar at hálsa um. Tað sær tíverri út til, at fleiri byrja at ristast í brókunum.
Jacob Vestergaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald