2016-06-05 06:18
Báturin Sunneva liggur við eini grind 9,8 fj. vestur úr Trælanípu. Vestfall er - tað rekur vestur har úti til kl. 11.30 tí er kanska ivasamt, um grindin fæst móti landi.
Fylg við á JN.fo, vit skriva meira tá okkurt nýtt er.
Klokkan 07:26: Havið kókar í grind vestanfyri, verður sagt frá finningarbátinum.
Klokan 07:42: Grindin kavar illa - tað er um harðasta streym, tí liggur vestfallið nakrar tímar afturat har úti, ivasamt er um tað fer at liggja fyri, at fáa grindina móti landi.
Klokkan 08.10: Vit hava júst nú tosað umborð á Sunnevu, grindin er kavað og teir hava mist hana burtur, annars var nógv grind at síggja allastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald