2021-07-07 07:49

Fyri løtu síðani fann Grønanes eina grind í Vágahavinum.
Finnbogi Midjord sýslumaður sigur við jn.fo, at grindin verður rikin á Sandavág ella Miðvág.
Grindin er mett til 100 hval, og er beint vestur úr Koltri.
Dagført kl. 9.23 - 4 bátar eru komnir til grindina, teir eru júst komnir innum Koltursnakk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald