2015-08-24 18:24
Ein maður í Leirvík sá grindina í Leirvíksfirði fyri eina løtu síðani.
Grindin var suðureftirgangandi, og mett verður ikki, at hon er serliga stór - 20-30 hval kanska, tað skrivar portal.fo.
Sambært vakthavandi á politistøðini, er ein bátur staddur hjá grindini í løtuni. Enn er óvist, hvagar grindin verður rikin.
Uppd. kl. 13.55. Grindin er komin á Fuglafjørð, sum vit skilja, so verður hon merkt, og so slept út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald