JN

Grind í Havn: Seðlarnir koma út uml. kl. 8.00

...

2015-07-24 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grindin er merkt, og seðlarnir koma út á Vestaru bryggju umleið klokkan 8. Nærri verður at frætta um hetta klokkan 7.


142 hval løgdu beinini í Sandágerði í gjárkvøldið. Teir eru tilsamans 1009 skinn. Grindin verður býtt í drápspartar. Oman fyri 1100 fólk og 150 bátar tóku lut í drápinum.

Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði við tíggjutíðina í gjárkvøldið og varð hildin til ein tíma seinni.

Seðlarnir verða útflýggjaðir á Vestaru bryggju umleið klokkan 8. 



Seðlarnir verða flýggjaðir út við Magn á Vestaru bryggju á økinum, sum er litað reytt omanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder