Ferðavinnufelagið sigur seg merkja ein ferðavinnuvøkstur í ár. Hóast nógv snakk um grind og grindalóggávu, sær tað ikki út til at styggja útlendingar, heldur hinvegin.
- Vit merkja einki til at ferðafólk aftra seg at koma til Føroya, ella avlýsa ferðina hendanvegin, orsakað av grindalógini. Tað sigur Henny á Líknagøtu við KVF. Hon er forkvinna í Ferðavinnufelagnum, sum er felagið hjá føroysku ferðavinnuni. Hon er eisini sølu og marknaðarstjóri hjá Smyril Line.
- Higartil hava vit ikki merkt nakað. Vit hava ikki fingið nakrar avlýsingar enn. Eg havi ringt runt til fleiri í føroysku ferðavinnuni, og eingin teirra merkir nakað serligt til tað, sum gongur fyri seg beint nú. Eingin teirra hevur fingið nakra avlýsing, sigur Henny á Líknagøtu við Kringvarpið.
Hon sigur eisini, at reint faktisk hava tey í ár merkt ein ferðafólkavøkstur í mun til undanfarin ár.
Yviri í Íslandi høvdu tey hættisliga eldgosið úr Eyðafjallajøkuli, umframt djúpa kreppu fyri fáum árum síðani. Skuldu trúð, at ferðafólk hildu seg langt vekk, men so var ikki. ??ll umtalan av hesum hevur gjørt, at í Íslandi er ferðafólkatalið eksploderað.
Vit kunnu tí spyrja, um grindaorrustan og umtalan av hesum meira dregur ferðafólk til Føroya heldur enn styggir?
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald