FSF: Grikska landsliðið hevur fingið eina alt annað enn góða byrjan í undankappingini til EM 2016, og tí er ein sigur eitt krav, tá grikkar fríggjakvøldið taka ímóti Føroyum.
Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til dystin ímóti Grikkalandi fríggjakvøldið eru í hæddini, og sum heild eru allir leikararnir væl fyri til fjórða undankappingardystin til EM 2016. Hóskvøldið verður seinasta venjingin á skránni, og tá verður vant á sjálvum leikvøllinum, har dysturin skal spælast.
Føroyska liðið hevur havt tvær venjingar á Néas Smírnis leikvøllinum, ið er heimavøllurin hjá Panionios FC, ið er eitt av liðunum í bestu deildini í Grikkalandi.
Fyri grikska landsliðið verður talan eisini um ein sera týdningarmiklan dyst. Grikkar hava higartil bara fingið eitt stig í hesari undankappingini, og tí er ein sigur eitt krav, og talan skal helst verða um grikskan stórsigur ímóti Føroyum, siga griksku miðlarnir.
Grikkaland hevur spælt tveir heimadystir og ein útidyst í undankappingini higartil, og báðir dystirnir á egnum grasi eru taptir, meðan dysturin á útivølli ímóti Finnlandi endaði við javnleiki 1-1. Í fyrsta umfari taptu grikkar 1-0 ímóti Rumenia, og 14. oktober vunnu norðurírar 2-0 í Athen.
Í undankappingini til EM 1996 vóru Føroyar og Grikkaland eisini í sama bólki. Ta ferðina vunnu grikkar 5-1 á Svangaskarði og 5-0 á heimavøllinum, sum tá var á Kreta.
Fleiri myndir frá venjingini mikudagin kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald