2015-06-11 23:29
Tað er nógvur mjørki í Vágum í kvøld, og tað hevur við sær, at flogfarið við landsliðnum hjá Grikkalandi ikki fær sett seg á flogvøllin í Vágum í løtuni.
Sum myndin vísur, so hevur flogfarið roynt at gjørt tvær royndir, men tað hevur ikki eydnast at sett seg.
18:38: Flogfarið er nú ávegis til Noregs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald