Politikkur

Greitt ja til at varðveita skúlarnar í Hósvík og í Hvalvík

...

2016-01-27 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaatkvøðan er nú av og úrslitið er talt upp og fínteljingin broytti ikki nakað.

Hósvík

Í Hósvík høvdu 220 fólk valrætt og 177 vóru á vali. 143 atkvøddu ja fyri at varðveita Hósvíkar skúla og 34 atkvøddu nei til at varðveita Hósvíkar skúla.

Hvalvík

Í Hvalvík høvdu 366 fólk valrætt. 242 fólk vóru á vali. 127 atkvøddu ja fyri at varðveita Hvalvíkar skúla og 115 atkvøddu nei til at varðveita Hvalvíkar skúla.

Sostatt er úrslitið frá fólkaatkvøðuni eitt greitt ja til at varðveita skúlarnar í Hósvík og í Hvalvík, skrivar Sunda kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder