Politikkur

Greitt frá byrjan at landskassin yvirtekur raksturin

...

2014-01-09 17:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Norðlýsið.fo skrivar:

Tað var púra greitt frá byrjan av at bummgjaldið bert var ætlað til at fíggja sjálva íløguna í Norðoyatunnilin. Tað sigur táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum vísir beinleiðis til viðmerkingarnar í sjálvari verklagslógini.

Í Norðlýsinum nr 9 hósdagin 8. Mars 2012 hevur fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, viðmerking tileina morgunsending í Kringvarpinum har teir tríggir Kári P. Højgaard, Bjarni Djurholm og Páll á Reynatúgvu vóru samdir um at Norðoyingar eingi lyfti hava fingið um at tunnilsgjaldið nakrantíð skuldi avtakast.

Enntá "neutrali" útvarpsmaðurin segði at hann hevði lisið øll skjøl í málinum og hann dugdi heldur ikki at síggja nakað um at tunnilsgjaldið skuldi avtakst. Hetta er beinleiðis skeivt sigur táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg - sum legði verklagslógina fyri løgtingið.

- Fyri tað fyrsta eigur at verða lagt til merkis, at tað var eg sum løgmaður ið legði hesa verkætlan fyri tingið og tann sum lesur viðmerkingarnar til sjálvt lógaruppskotið sær, at frá byrjan var ætlanin bert at bummgjáldið skuldi gjalda sjálva íløguna.

Tá íløgan varð niðurgoldin skuldi partafelagið avtakast og landskassin yvirtaka raksturin av

tunnlinum. Hetta er púra greitt í sjálvum viðmerkingunum til lógartekstin, og tí er tað sera harmiligt roynt verður at grugga málið.

Í hesum liggur at leikluturin hjá tunnilsfeløgunum er at gjalda íløgurnar aftur og eftirfylgjandi verða feløgini avtikini. Tá verða tunnlarnir eins og allir aðrir tunnlar í landinum ogn og ábyrgd hjá landskassanum.

Nøkur brot úr lógini um fast samband um Leirvíksfjørð:

Einki landskassaveðhald kemur upp á tal, ogleiklutur landskassans í fíggingini av tunlinum er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 225 mió í partapeningi.

Skuldi tað hent, at felagið ikki er ført fyri at svara sínar skyldur mótvegis lángevarunum, sum hava veð í føstu ognunum, kunnu hesar lýsast til tvingsilssølu av veðhavarunum. Slík støða kann eisini hava við sær, at ein veðhavari steingir tunnilin.

Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan upp ákr. 330 mió fyri samlaðu verkætlanina, gjørd upp í 2003-prísum uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG.

Partur av hesari upphæddskal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans kr. 225 mió, harav kr. 30 mió eru játtaðar í 2001. Írestandi kr. 195 mió verða sambært hesari anleggslóg játtaðar við kr. 32,5 mió árliga í seks fylgjandi fíggjarár, 2003-2008.

(Kallsberg: Her verður beinleiðis sagt at bert ein partur av útveganarkostnaðinum skal rindast við bummgjaldið ??? restin er innskot frá Landskassanum!)

Sum greitt er frá omanfyri, er landskassans partur av fíggingini avmarkaður til hesa upphædd.

Afturat upphæddini upp á kr. 225 mió skal tó leggjast kostnaðurin av avleiddari vegagerð við Leirvíkar bygd, ið Landsverkfrøðingsstovnurin hevur ábyrgd av, og sum verður partur av landsveganetinum.

Felagið ber allan rakstrarkostnað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar.

Tá yvirtekur landskassin rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5- 6 mió árliga. Verður landið sjálvtryggjandi , kann uml. kr. 1-1ó mió sparast árliga í útreiðslum til ábyrgdartrygging fyri tunnilin.Hinvegin má tá roknast við, at stórar útreiðslur fara at verða við ávísum millumbilum, so miðal árliga sparingin verður við tíðini helst munandi minni.

(Kallsberg: Her er púra greitt at tá landið yvirtekur tunnilin kemur landskassin at hava útreiðslur av dagliga rakstrinum umframt størri íløgum sum eitt nú asvaltering)

Her verður staðfest, at tað almenna fær ognarrættin til samlaða anleggið, tá íløgan er fult útgoldin.

??tlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggjabæði afturgjaldingina avlánunum til bygginginaog raksturin av vegunum og tunlinum.

(Kallsberg: Her verður einki sagt um afturrindan av partapeningi ella innskoti, og ti eru heldur ongantíð gjørdar nakrar ásetingar um hvussu partapeningurin, ella innskotið frá landskassanum skal afturrindast. Orsøkin er at hetta var ongantíð ætlanin og tað hevði eisini verið at gjørt mismun á borgarum.)

http://www.logting.fo/files/casestate/7069/106.01%20Leirviksfjord.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder