Greiningin fevnir um línuskipini yvir 110 tons samsvarandi flokkingina í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Grundarlagið er almennu ársfrásagnirnar fyri línuskipini.
Við støði í roknskapunum fyri línuskipini fyri roknskaparárið 2015 eru sett upp tøl og upplýsingar fyri fiskiloyvir og eginpening.
Greiningin er ætlað at geva skipaeigarum, lánistovnum og myndugleikum høvi til sjálvi at gera sínar niðurstøður, ella geva høvi til víðari útgreiningar, fyri at hava eitt gott búskaparligt grundarlag, tá avgerðir verða tiknar.
Tøl og upplýsingar um fiskiloyvir og eginpening við árslok 2015:
Ár | 2015 |
Skipatal | 14 |
Bókaði fiskiloyvir sambært ársroknskapi, t.kr. | 28.750 |
Áramálsavskriving fyri fiskiloyvir sambært nýttum roknskaparhátti, ár | 5 til 20 |
Áramál eftir at avskriva fiskiloyvir í miðal, ár | 11 |
Eginpeningur, t.kr. | 25.980 |
Línuskipini hava árini 2011 til 2013 samlað havt undirskot. ??rslitið í 2014 batnaði munandi og gjørdist positivt, meðan tað aftur gjørdist negativt í 2015. Orsøkin til bøtta úrslitið í 2014 er serliga fíggjarinntøkur hjá onkrum skipum og generelt hægri miðalprísur.
Tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2015, okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, og serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Eingangsútreiðslur høvdu við sær, at úrslitið samlað gjørdist negativt. Tølini fyri raksturin vísa tó, at raksturin hevur roynst betur í 2015 enn í 2014. Ársúrslitið samlað vísti eitt hall á 5,5 mió. kr. í 2015.
Samlaðu fiskiloyvini eru bókaði til 28,8 mió. kr. við árslok 2015, meðan eginpeningurin vísti 26,0 mió. kr.
Núverandi fiskiloyvir verða sambært roknskaparháttinum í ársroknskapunum fyri 2015 avskrivað yvir eitt áramál uppá 5 til 20 ár. Í miðal avskriva tey línuskip, sum hava keypt fiskiloyvir, fiskiloyvini yvir 11 ár.
Í § 7 b í lóg um vinnuligan fiskiskap hava veiðiloyvi latin sbrt. hesi lóg gildið til 1. januar 2018. Í § 7 c í somu lóg er ásett, at hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvið verða endurnýggjað (fyri 5 ár ísenn), um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið.
Sambært úttalilsum frá Fiskimálaráðnum verða veiðiloyvini varðveitt fyri 5 ár ísenn, henda ikki lógarbroytingar áðrenn 31. desember 2017.
Reiðaríini hava út frá hesum, mett sum fyritreyt í teirra ársroknskapum, at fiskiloyvini verða endurnýggjað. Tað sæst aftur í, at keypt fiskiloyvi í miðal verða avskrivað yvir 11 ár.
Høvuðsreglan í ársroknskaparlógini er, at immateriel støðisogn (fiskiloyvir) ikki mugu avskrivast yvir eitt longri áramál enn 20 ár, og um áramálið er longri enn 5 ár, skal hetta upplýsast og grundast ítøkiliga. Um markið uppá 20 ár stríðir í móti aðalklausulinum í ársroknskaparlógini ???eina rættvísandi mynd???, kann avskrivingaráramálið uppá 20 ár leingjast. Men hetta vil vera sjáldsamt í praksis.
Roknskapargreiningin vísir eisini, at fiskiloyvini, sum línuskipini hava keypt, hava áleið sama virði, sum skrásetta eginognin hjá línuskipunum við árslok 2015. Verða veiðiloyvini ikki longd í 2018, og fiskiloyvini seld á uppboðssølu er eginognin burtur - alt annað líka - við árslok 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald