Herfyri varð greinin ???The Exchange of Water between the Faroe Shelf and the Surrounding Waters and its Effect on the Primary Production??? prentað í tíðarritinum Journal of Marine Systems.
Greinin snýr seg um, hvussu sjógvurin á føroyska Landgrunninum verður blandaður við havið uttanfyri, og hvørja ávirkan hetta kann hava á gróðurin á Landgrunninum tíðliga á árinum. ??rslitini vísa, at útskiftingin av landgrunnasjógvinum er tengd at hitamuninum millum ytra og innara sjógvin og varierar nógv. Tá gróðurin fyrst tekur seg upp á grunnum sjógvi, men enn ikki rættuliga er komin fyri seg á djypri sjógvi, kann ógvuslig blanding viðføra, at gróðurin tynnist út. Henda ávirkan ger seg galdandi í apríl og inn í mai, og kann í hesum tíðarskeiðinum hava neiliga ávirkan á gróðurin. Greinin er skrivað av Sólvá K. Eliasen, Boga Hansen, Karin Margrethu H. Larsen og Hjálmari Hátún, øll av Havstovuni.
Greinin er úrslit av granskingarsamstarvi innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði, fíggjað av donsku stjórnini.
Enskur samandráttur sæst her.
Kelda og mynd: Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald