
18. mai 2017 verður aftur hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fimta ár á rað, har sjóneykan verður sett á gransking, ið verður framd á ella hevur samband við Landssjúkrahúsið.
Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum metir, at við góðu royndunum frá undanfarnu árum, kunnu vit bert staðfesta, at tørvur og áhugi er fyri, at gransking á Landssjúkrahúsinum verður lýst á serstøkum tiltaki.
Á Granskingardegnum verður enn eina ferð høvi at hoyra um og síggja granskingarverkætlanir, ið hava eitt ávíst tilknýti til Landssjúkrahúsið. Eins og seinast verður høvi hjá øllum starvsfólki á Landssjúkrahúsinum at vera við á degnum. Eisini verða starvsfólk og samstarvsfelagar á øðrum viðkomandi stovnum boðin við og umboð frá viðkomandi myndugleikum.
Høvi verður at hoyra fleiri styttri fyrilestrar og síggja framsýning av verkætlanarpostarum. Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava latið inn postara til Granskingardagin ??? heiðursløn verður latin besta postara, ið verður valdur av serstakari nevnd.
Sí skránnaher
Meira kunning um gransking á Landssjúkrahúsinumher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald