JN

Grannskoðanarvirki luttekur á íverksetanarráðstevnuni

...

2015-08-14 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár luttekur NUMO, løggilt grannskoðanarvirki við bási á árligu Nebula íverksetanarráðstevnuni, sum verður hildin í Reinsarínum klokkan 13 nú leygardagin tann 15. august.

NUMO er eisini høvuðssponsorur á degnum, sum bjóðar íverksetarum íblástur, ráðgeving og netverk til leiðina frá hugskoti til veruleika.

NUMO følir seg heima á íverksetanarráðstevnuni, av tí at løggilda grannskoðanarvirkið eisini er nýliga startað íverksetarafyritøka.

"Vit hava arbeitt nógv við íverksetarum, sum júst eru farnir í holt við nýtt virksemi, og hava vegna okkara egnu royndir eitt serstakt innlit í júst tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvir fyri," sigur Bjarni Arnason, stjóri á NUMO.

NUMO hava savnað tilfar um fíggjarligu úrslitini hjá nýstovnaðum fyritøkum, í einari verkætlan saman við Vinnuframa. Hetta savnið inniheldur eisini upplýsingar um m.a. býtið millum vinnugreinar, og um kynsbýtið millum stovnarar av nýggjum fyritøkum.

"Vit halda, at tað hevur stóran týdning at luttaka á íverksetanarráðstevnuni og vera við til at stimbra tað føroyska íverksetara umhvørvið," sigur Bjarni.

Nebula íverksetanarráðstevnan er aftur í ár ókeypis, og tilmelding fer fram á heimasíðuni nebula.fo ella við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder