Mentan

Grækarismessurøðan á Vaglinum, sunnudagin 11.mars

...

2018-03-12 23:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Góðu skótar, góðu áhoyrar, kvinnur og menn!


Sagt verður, at fyri at skilja nútíðina er neyðugt at kenna fortíðina, soleiðis at tú kanst gera tær eina meting um framtíðina. Eg fari í dag at siga nakað um fortíðina, um upprunan til at vit standa her á Vaglinum og halda fuglanna dag og at enda eitt sindur um nútíðina, men framtíðina lati eg tykkum ungu skótar og tykkum øll um at skipa fyri.

Í morgin er Grækarismessudagur. Dagurin verður nevndur eftir pávanum Gregorius hinum Mikla. Hann sigst at hava fingið í lag tann sonevnda gregorianska kirkjusangin, sum teir kønu halda, at føroysku kingoløgini eru komin av. Okkara grækarismessuhald eru tó ikki at minnast henda pávan, men tí at um Grækarismessu kemur Tjaldrið aftur heim til Føroyar. Dagarnir leingjast, tað várar og sprettir á fold og vit gerast lættari í sinni, nú veturin missur takið. 

Í morgin eru 75 ár síðani fyrsta almenna Grækarismessuhald varð hildið her á Vaglinum í Havn. Tað var Sverri Patursson í Kirkjubø, sum heitti á Skótalið Sigmunds Brestissonar um at skipa fyri einum ???Fuglanna degi??? á Grækarismessu. Gulu skótarnir høvdu fyrr skipað fyri Grækarismessubálið. Í gerðabókini hjá SSB fyri 1939 lesa vit, at ???leygarkvøldið 11. mars var stórt bál uppi í Varðaholuni, 50 skótar vóru møttir úr báðum liðum. Stjórin fyri 1. liði helt eina røðu um tjaldursfuglin, ið nú kom heim aftur til hesar oyggjar???. Undir øðrum heimsbardaga vórðu Føroyar herðsettar av bretum og vórðu Føroyar myrkalagdar krígsárini. Tí bar ikki til hjá skótunum at brenna bál um kvøldið, og grækarismessubálini hildu uppat. Alt bendir á, at virðingin tá fyri fuglameinginum var lítil millum føroyingar. Allur fuglur, sum kundi etast, varð tikin ella skotin, ja sjálvt tjaldrið varð skotið. Hetta hevur helst verið í huganum hjá Sverra Patursson, tá ið hann vendir sær til skótanar um at skipa fyri einum fuglanna degi.

Um hetta Grækarismessuhaldið fyri 75 árum síðani lesa vit í gerðabókini hjá skótalið Sigmunds Brestissonar ???12. mars Grækarismessudagur. Eftir áðheitan frá harra Sverra Patursson hevði liðið skrúðgongu um kvøldið. Veðrið var ódámligt við frekum ælingi og nógvum vindi; tó vóru allir skótar møtti í fullum búna. Á Vaglinum helt Sverri Petursson røðu um fuglalívið í Føroyum. Sungið varð ??? og har ímillum ???Tjaldur ver vælkomið???, og at enda rópti skótarnir liðrópið fyri Sverra Patursson sum tøkk fyri tað, hann hevur gjørt fyri fuglalívið í Føroyum. 

Hin 13. mars høvdu øll skótaliðini í Havn fund í Avhaldshúsinum. Liðstjóri Sigmund Brestissonar greiddi frá, at skráin fyri kvøldið varð vígd fuglalívinum í Føroyum. Liðini førdu fram skemtileikir, og inn í millum varð sungið. Tá skeimtileikirnir vóru at enda, helt Sverri Paturson eina røðu sum hann nevndi ???Ein dagur í Trøllhøvda???. Meðan hann talaði, var so kvirt, at ein kundi, sum tikið verður til, hoyrt eina knappanál dottið á gólvið, so hugtiknir vóru skótarnir av hesi røðu. Aftaná røðuna varð hann fagnaður av tí besta. Kvøldið var i allar mátar væleydnað. 150 skótar, gráir, grønir og gulir vóru á fundinum. Kjartan Kjærbo, liðstjóri fyri Lívbjargingaskótunum endaði fundin???.

Fuglanna dagur hevur síðani verið hildin á hvørjum árið, har allir skótar í Havn ganga skrúðgongu við Havnar hornorkestrið á odda. Tey fyrstu nógvu árini varð dagurin hildin um kvøldið sjálvan grækarismessudag, og Sverri Patursson var fastur røðari, og hann helt drúgvar, men áhugaverdar røður. Hann hevði sera stóran áhuga fyri náttúruni og fuglalívinum í Føroyum, trúðliga greiddi hann frá fuglalívinum og eggjaði hann okkum til at fara væl um í náttúrini og um fuglin í landinum.. Hann eygleiddi fuglin, og í røðum sínum greiddi hann neyvt frá sínum eygleiðingum. Vit skótar skuldi møta í fullum búna, dreingjaskótarnir í stuttum buksum og gentuskótarnir í niðurdeili, mangan var veðrið vánaligt og kalt, vit frystu og hugsaði meira um nær hann fór at gevast, heldur enn nakrar svanar, hann hevði sæð á tjørnini á Velbastaðshálsið. Tó so, tað var ikki altíð kalt, tað vóru eisini nógv góðveðurskvøld. Sverri í Kirkjubø var fastir røðari ár eftir ár. Tað var gott samstarv millum hann og skótarnar í Havn. Tá íð Skótalið Sigmunds Brestissonaer fylti 25 ár, sendi hann heilhugaða heilsu til liðið, hann takkaði liðnum fyri hitt góða samstarv tey árini fuglanna dagur er hildin á grækarismessu. 

Eg nevndi, at føroyingar skutu allan fugl og hevur Mikkjal á Ryggi yrkt sera vakran og rørandi sang um ???Ternubøguna???, 
Tað var ein fargran summardag
ein ternubøga var so glað
hon átti líttlar pisur tvær
og fegin teimum føði bar.
Ternubogan leitaði sær sjógvin eftir føði til pisurnar, men á heimleiðini vardi hon ikki ein byrsumann, ???hon vardi ei, at maður lúrdi har um leið???. Skotið brast og ternubøgan doyði, men pisurnar bíðaði eftir mammu síni, ti
Tær dugdi ei at skina á ,
at deyð hon er, tær neyðar smá!
Í hungri doyði báðar tvær
O, betri eingin byrsa var.

Tað eru nógv ár síðani Mikkjan á Ryggi yrkti henda sangin og vit hava nú eina fuglaveiðilóg, sum ásetir hvussu fuglaveiða skal fara fram, hvar loyvt er at skjóta fugl, hvønn fugl loyvt er at skjóta og hvørja tíð á árinum loyvt er at skjóta.

Mikkjal á Ryggi var Miðvingur. Hann skrivaði Fuglabókina um fuglarnar í Føroyum, sjálvur teknaði hann allar fuglarnar, ið avmyndaðir eru í bókini. Barnaheim hansara í Miðvági eru húsini ???í Beitinum???. Nú eigur Vága dansifelag húsini. Dansifegið hevur prenta myndirnar í Fuglabókini í postkost stødd. Takk skal Vága dansifelag hava fyri tað.

Nú á Grækarismessu syngja vit sangin ???Tjaldur ver vælkomið??? sum Jákup Dahl, próstur, hevur yrkt. Hann var ættaður úr Vági. Hann var gløggur í føroyskum málið. Hann yrkti nógvar sálmar og eisini fosturlandssangir. Hann hevur eisini týtt sálmar til føroyskt mál, hann týddi nýggjatestamenti og partar av gamlatestamenti.

Í hugleiðingum um grækarismessu skrivar Hálvdan í Haga í Dagblaðnum í 1951 m.a. ???Jákup Dahl, próstur, var staddur í Keypmannahavn, tá ið hann yrkti sín grækarismessusang ???Tjaldur ver væl komið??? og hann sendi yrkingina til góða vinmann sín í Havn, Kristin Holm Isaksen, blaðstjóra. Kristin í Geil var tiltikin fuglavinur og var glaður fyri sangin frá vinmanninum. Petur Alberg, bróðurin, fekk sangin at síggja, og áðrenn dagur aftur reis úr havi, hevði hann sett lag til sangin. Sangurin varð, áðrenn hann kom í ???Kross??? sungin eina skímaløtu í Stinuborg fyri Hans Andrias Djurhuus, skaldi, sum búði har um hetta mundi. Petur sang songin sjálvur, og bæði Hans Andrias og aðrir, ið inni vóru staddir, vóru hugtiknir bæði av orðunum og lagnum. So kom ???Tjaldur ver vælkomið??? í ???Kross???. Seinni kom hann so við og við at verða sungin, so hvørt sum lagið hjá Petur Alberg vann sær størri og størri øki. Og so fóru musikkfeløgini at spæla lagið, meðan fólk frá hond triva í at syngja við. Og hann varð so ikki bert sungin í Havn, nei úti í bygdunum varð hann sungin, og umborð á skipunum varð hann vælumtóktur og sungin bæði í Havn og á víðum havi??? skrivar Hálvdan í Haga m. a. í grækarismessuhugleiðindum í Dagblaðnum. 

Eg eri vísur í, at tað er Maurentius Viðstein, sum hevur skrivað hesar hugleiðingar undir dulnevninum Háldan í Haga. Maurentius Viðstein arbeiddi tá á Dagblaðnum sum ein av blaðstjórunum. Hann skrivaði nógv og gav tvey stuttsøgu¬savn út, eitt yrkingarsavn og bókin ???Horvnar havnarmyndir??? er eitt savn av hugleiðingum og endurminningum, sum eru vald burturúr jólabløðunum ???Følv??? og ???Jólastjørnan??? Hann yrkti ungdóms- og skótasangir, hann yrkti úlvasangin ???Enn vit eru nakað smáir, men vit kunnu gerast menn???.

Petur Alberg, ella Petur í Geil, sum havnafólk kallaðu hann, gjørdi lagið til ???Tjaldur ver vælkomið??? Hann er kendur sum tónaskald og hevur m.a. eisini gjørt lagið til tjóðsang okkara ???Tú alfagra land mítt???. Hann spældi í Havnar hornorkestrið, orkestrinum sum so trúðliga hevur gingið á odda fyri skótaskrúgongunum á fuglannadegnum um grækarismessutíð.

Hatta var ein partur av fortíðini, nú nøkur orð um okkara tíð.

Vit erpa okkum ofta um at búgva í heimsins vakrasta landi, og úti í heimi eru Føroyar eisini kendar fyri sína vøkru, reinu og óspiltu náttúru. Okkara náttúra er nakað av tí besta, vit eiga, og tí mugu vit eisini at fara væl um hana.
Men gera vit nú tað?
Tíverri síggja vit nógv dømi um náttúrudálking kring alt landið. Bæði á landi og á sjógvi. Dálkingin dálkar náttúruna og okkara djóralív. Dálkar øll tjøldrini, sum leita sær til Føroya á hvørjum ári. 
Vit øll, sum búgva á hesum oyggjum, eiga at taka okkum betri partar fyri. Vit mugu gevast við at tveita rusk út í náttúruna og út á sjógv. 
Vit mugu taka náttúruvernd í størri álvara.
Vit eru ein errin fiskivinnutjóð, sum livir av tilfeinginum í sjónum. Vørur okkara eru høgt í metum og verða marknaðarførdar sum vøra við høgari góðsku, m.a. tí at fiskurin svimur í reinum sjógvi. Eitt reint havumhvørvi er ein av hornasteinunum undir vælferð okkara, og tí eiga vit at verja okkara havumhvørvið so væl sum yvirhøvur møguligt.
Tað skal vera mín áheitan, at vit í størri mun hugsa um umhvørvi og náttúruvernd, tá ið vit tosa um tilfeingi, rusk, bygging og so framvegis. Júst soleiðis kunnu vit geva okkara børnum og landsins eftirkomarum eitt land, sum í minsta lagi er eins gott og reint og tær Føroyar, ið vit fingu frá okkara forfedrum.
Góðu skótar og tit sum ung eru, framtíðin er tykkara.

Eg farið nú at enda at minna tykkum øll á orðini hjá Rasmus Effersøe ???Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið???. 
Góðan fuglannadag í dag og góða Grækarismessu í morgin.
Takk fyri at tit læntu mær oyrini hesa løtuna.


Marius Thomas Rein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder