Grækarismessurøða 2016
Hildin í Vaglinum
Leygardagin 12. mars 2016.
Góðu áhoyrarar, góðu skótar,!
Fyrst fari eg at takka Skótalið Sigmunds Brestissonar, sum nú í heili 73 ára hevur skipað fyri Grækarismessuhaldið her á Vaglinum, fyri at tit hava víst mær tann stóra heiður at biðja meg um at halda Grækarismessurøðu í ár.
???Fuglin í fjørðuni
Við sínum nevi reyða,
Mangt eitt djór og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjørðuni???
Hetta er niðurlagið í ???Fuglakvæðinum??? sum Nólsoyar Páll yrkti, og har hann lýsir yvirvøldina, embætismennirnar, sum ránsfuglar og fólkið í landinum sum heiða - og smáfuglar. Sjálvur er hann ???Nevið Reyða???, ???fuglurin í fjørðuni??? sum verjir smáfuglarnar móti ránsfuglunum.
Nólsoyar Páll fór ungur at sigla við skipum hjá Rybergshandli, og seinni, tá ið Rybergshandilin í Vágsbotni varð niðurlagdur, sigldi hann við skipum hjá einahandlinum. Seinni fór hann í langfarasigling. Hann ferðaðist víða, hann var í millum annað í Amerkia. Niðursetimennirnir har høvdu stutt frammanundan gjørt seg leysar av Bretska hjálandaveldinum og stova sítt egna ríki, Sameindu statirnir í Amerika. Møguliga var hann eisini í Fraklandi undir teirri stóru kollveltingini har. Hetta var í eini tíð, tá gamlir myndugleikar fullu og tjóðir kravdi frælsi. Hann var ein av teimum fáu føroyingum tá, sum hevði sæð tann stóra heimin og nútíðar framburð. Tær nýggju hugsjónir, sum Páll kom heim við dámdi ikki yvirvøldini, og Páll sat ikki væl um sátt embætismennirnar, kanska serliga eftir at hann hevði yrkt ???Fuglakvæði???.
Saman við øðrum bygdi hann skipið ???Royndin Fríða???, ikki var hon stór, einans 23 alin og 3 tummar long, knappar 14,5 metrar. Hann vildi læra føroyingar at sigla og at fiska við dekksfarið. ???Royndin??? verður tí bæði brúkt til fiskiskap og farmasigling. Kríggj var í Europa og hungurneyð var í Føroyum. Páll fór tí í 1808 við ???Royndini??? til Danmarkar eftir einum kornfarmi. Frá enskum kapara, sum var á Havnarvág, fekk hann viðmælisbræv at sigla ótarnaður, men í Skagerak var hann tikin av bretskum herskipið og førdir til Gøteborg. ???Royndin Fríða??? hevði fingið so stóran skaða, at skipið gjørdist ikki aftir. Páll var, sum krígsfangi, førdur til London, har hann undir avhoyringum fekk greitt frá ringu støðuni í Føroyum. Bretska fíggjarmálaráðið útvegaði honum nýtt skip ???North Star???, og farm av neyðsynjarvørum, treytað av at koma aftur til London við føroyskum vørum- ???North Star??? fór úr Leith seinast í november mánað 1808, men spurdist ikki aftur. Vitanndi er um, at ringt veður var á leiðini í november/desember mánað hetta ár, og helst er ???North Star??? gingin burtur. Hans Jacob Debes, søgufrøðingur, skrivar í bókini ???Politiska søga Føroya??? at ???Hóast lítið ítøkiligt kom burtur úr stríði Nólsoyar-Páls, meðan hann var á døgum, so legði hann støði undir eina embætismannaandstøðu, sum gjørdist byrjanin til føroyskan politik seinni í øldini???.
Føroyingar tóku ???Nevið reyða - fuglin í fjørðini??? til sín og valdi sær Tjaldrið til tjóðfugl, og Niels Juel Arge skrivar í bókini um ???Merkið???, at eftir at Føroyingafelagð varð stovnað í 1888 kom Tjaldursmerkið fram. Jákup Jacobsen, doktari, sigur í eini yrking hetta árið
???Tjaldrið kom og kleyv tað dimmið,
Sló so ramt eitt slag,
Høgdi rovfuglarnar grimmu,
Birti ljósan dag.
???Føroyingar???, fremjið verkið.
Gerið ei Føroyum skamm.
Tjaldrið verða skal várt merki,
Hvar vit halda fram???
Tjaldrið kemur um Grækarismessu. Dagurin hevur fingið navn eftir kenda pávanum Gregorius hinum Mikla. Axel Tórgarð skrivar í bókini ???Dagar og nøvn í almanakkanum??? at av tí at Tjaldrið kemur aftur um hetta mundi, verður grækarismessa av mongum eisini rópt ???Tjaldursdagurin???.
Andrias Weyhe, sum var bóndi á Selatrað, hevði stóran ans fyri fornminnum og tjóðminni. Í bókini ???Tjóðminni??? skrivar hann millum annað ???Tá ein sær fyrstu ferð tjaldur á lið, tá skal lukkan fylgja honum við ??? men sær hann tað flúgva sær i mót, tá skal eydnan verða honum ljót. Tá ein sær tjaldur frá sær flúgva, tá skal lukkan frá honum snúgva??? og ???Hann kemur út fyri mannaróp, sum hoyrir tjaldur, áðrenn hann sær tað???. Teir gomlu høvdu ymiskt til merkis um, hvussu veðrið fór at verða. Um tjøldrini sigur Andrias Weyhe, at ???Tá ið tjøldrini flúgva í móti fjallinum, verður gott veður, men tá ið tjøldrini flúgva oman í móti fjøruni, verður ringt veður??? og ???tá ið tjøldrini koma tíðliga verður kalt vár???.
Á Kyndilsmessu í ár háðtíðhelt Skótalið Sigmunds Brestissonar 90 ára stovningardag, og 7. februar fylti KFUM-skótarnir 75 ár. KFUK skótarnir eru stovnaðir í mai mánað í 1928. Eitt fjórða skótalið var í Havn, tað var skótaliðið hjá Frelsunnarherðinum, sum ikki er virkið í løtini, men tað er okkara vón, at hetta skótaliðið kemur í gongd aftur.
Tað er eitt stórt og mennandi arbeiði, sum skótaleiðarar, menn og kvinnur, frívilliga hava lagt í at læra ungdómin til at gerast góðar samfelagsborgar. Hetta skulu tey hava tøkk fyri.
Tað var bretin Robert Baden-Powell, sum íbirti skótarørsluna. Baden-Powell var føddur í 1857. Tá ið skúlatíðin var liðug, fór hann í herin. Hann var góður hermaður, eisini var hann góður ítróttarmaður og veiðumaður, og hann dugdi sera væl at eygleiða náttúruna og tey fólk, sum livdi í og av náttúruni. Heimskendur gjørdist hann tá ið hann var heryvirmaður í Boarakrígnum. Baden-Powell skuldi við herdeildum sínum verja býin Mafeking. Tey innføddu høvdu eitt orðatak, sum segði, at ???hann, sum hevði ræðið á Mafeking, er harri í Suðurafrika???. Boaraherurin kringsetti Mafeking. Baden-Powell og hansara menn vardu býin manniliga í 217 dagar, tá ið bretski herurin kom teimum til hjálpar og fríaði býin. Heimafturkomin var hann heðraður sum hetja. Baden-Powel fekk hugskotið at stovna eina rørslu fyri dreingir at menna teir til góðar samfelagsborgarar. Hann kannaði eftir, hvussu dreingir vórðu uppvandir frá fornari tíð av og fram til okkara dagar. Spakuliga og gjølla gjørdi hann sínar skótareglur, og tá ið hann helt seg vera komin á mál, samlaði hann í august mánaða í 1907 20 dreingir og helt heimsins fyrstu skótalegu. Skótarørslan var sett á stovn. Tey fyrstu árinu vóru bert dreingjaskótar, men í 1910 komu gentuskótar við.
Baden-Powells gjørdi skótalógina, sum er í 10 greinum. Ein skóti er sannførur, hann er trúgvur, hann er dúgligur og hjálpsamur, hann er vinur við øll, bróður móti øllum øðrum skótum, hann er høviskur, djóravinur, lýðin, sparin, ber trupulleikarnar vælhýrdur og er reinur í hugsan, orðum og gerðum. Baden-Powell valdi riddaran Santa Jørund at vera verji hjá skótarørðsluni, og á Santa Jørunds degi, 23. apríl, á hvørjum árið hittast skótar um allan heim at avleggja skótalyfti. Sum skóti er tú limir í einum altjóða brøðrafelagsskapið, og hetta at verða skóti er ein støða tú tekur og heldur teg til alt lívið, tí siga vit ???Einaferð skóti, altíð skóti???.
Ein skóti er góður móti djórum. Her hjá okkum eru tí teir nógvu fuglarnir frammaliga í huga skótana. Skótapatruljurnar hava fuglanøvn, og verða allir skótar lærdir at ansa væl eftir fuglunum og náttúru okkara. Longu í 1930 fóru Sigmunds Brestissonar skótarnir at halda Grækarismessu ??? Tjaldursdagin. Teir skipaðu fyri Grækarismessubálið upp í Varðaholini, har røða varð hildin um tjaldrið og haldið endaði við áminningini ???Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið???.
Undir krignum, í 1943, heitti Sverri Patursson á Skótalið Sigmunds Brestissonar um at skipa fyri almennum Grækarismessuhaldið í Havn. Á hesum fyrsta Grækarismessuhaldinum røddi Sverri í Kirkjubø um fuglalívið í Føroyum og serliga um Tjaldrið. Síðani hava vit á hvørjum árið haft Grækarismessuhald her á Vaglinum at bjóða tjøldrunum vælaftirkomnum til Føroyar. Tey nógvu fyrstu árini var Sverri fastur røðari. Sverri í Kirkjubø var hugsjónarmaður, rithøvundi, tíðindamaður og mangt annað. Hann var ungur á Vallekilde háskúla og ferðaðist eisini eina tíð í Noregi. Heimafturkomin stovnaði hann Kirkjubøar kjakfelag, sum seinni fekk navnaskifti til ???Sólarmagn???, fyrsta frælslynta ungmannafelag í Føroyum. Sólarmagn hevur búmerkið við myndaevni út Fuglakvæðnum, somu mynd, sum er brúkt til minnisvarðan yvir Nólsoyar Páll her í Vágsbotn. Sverri skrivaði og yrkti og vit sum tilkomin eru, í hvussu so er, kenna øll søguna um ???Ábal??? og sangin um ???Per Jákup Mikal???. Sverri arbeiddi eisini sum tíðindamaður og var í nógv ár tíðindamaður í Føroyum fyri Ritzaus Bureau í Keypmannahavn og Norsk telegrambureau í Oslo.
Rasmus Effersøe sigur í einum ørðindi í sanginum ???Føroyingar, sum her nú koma saman???
???Fuglar, sum við fjallatindar byggja,
Hvønn ein vetur fara yvir sjógv;
Hvørt eitt vár teir munna aftur hyggja
Til tað reiður, sum teir elska nógv.
Dimmið finnur fugl á síni hillu,
Tó hann víða fer um sund og fjørð;
Okkum lærir jú tann fuglur villi;
Heimið er tað besta stað á jørð.???
Har eg eri uppvaksin, var tá útjaðarin í Havn. Har vóru tá fá hús við Hoyvíksvegin, men nógvar traðir og eitt sera sera ríkt fuglalív. Har vóru tjøldir, spógvar, láir, mýrisnýpir, steinstólpir og nógvir nógvir aðrir smáfuglar. Um grækarismessutíðina kappaðist vit um at síggja fyrsta tjaldrið og síðani taldu vit í eina tíð hvussu nógv tjøldir vit høvdu sæð. Á trønni hjá okkum vóru 4 - 5 tjaldurreiðir og hvørt vár komu somu tjøldrini aftur ???til tað reiður, sum teir elska nógv???. Vit kendu okkara tjøldur, og tey vóru so spøk, at tey komu heilt inn í túni hjá okkum. Men menniskjan skal eisini hava sítt reiður, sítt heim. Og ein dag so vórðu eisini traðirnar á Kommansmýri tiknar til byggigrundir. Tá var synd í fuglunum. Tað var syndarligt at sýggja tjøldrini, hvussu tey grótu, tá ið gravimaskinirnar gróðu moldina omanav til veg og tóku eisini teirra reiður, teirra heim, við sær. Fuglarnir beinleiðis lupu á gravimaskinurnar, sum gjørdi enda av teirra heimi. Men tá ið øll høvdu fingið síni hús og velt uttan um, ja so komu fuglarnir so líðandi og spakuliga aftur at vitja okkum av og á, men als ikki í so stórum talið, sum tá ið traðirnar vóru óbygdar.
Fólkatalið í Føroyum er í vøkstri, men náttúra okkara minkar. Vit krevja meira pláss til byggilendi til okkara egnu heim, og vit hoyra um hvussu kommunurnar kappast um at gera útstykkingar til húsabyggingar. Eisini skulu vit hava pláss til vegir, vinnuvirkir, itróttarvøllir og -hallir, alt hetta tekur lendi burtur av okkara líttlu náttúru. Tað skal tí berast ein áheitan higani frá til politikkarar og býplanleggjarar og onnur sum hava vit hesar útbyggingar at gera. Vælsignaði ansi væl eftir náttúruni, havi í huga, at pláss má vera fyri okkum øllum sum byggja hetta land ??? eisini villini fuglum.
Nú vit hava grækarirmessu, so gleða vit okkum um, at nú hevur veturin mist takið og várið kemur, tjaldrið ???ber okkum boð um ein ljósari dag??? sum Jákup Dahl próstur syngur um í sínum tjaldurssangi, víðari sigur hann
???Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.
Lat sólina skína, um dalar og fjøll,
Grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir???
Eg fari at ynskja okkum øllum ein góðan Tjaldursdag. - ???Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið???.
Takk fyri orðið.
Á Grækarismessu 2016
Marius Rein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald