2015-11-09 14:33
07 Vestur: Enn ein av stuðulsleikarunum seinastu árini leingir við 07 Vestur, nú Petur G. Dalbø hevur sett undirskrift á nýggjan sáttmála. Petur kom vestur til okkum í 2013, og komandi kappingarár verður sostatt hansara 4. í svørtum.
24 ára gamli verjuleikarin gjørdist beinanvegin ein av fyrstu monnunum á dómaraseðlinum, tá hann flutti úr Víkingi vestur til kappingarárið 2013, tá vit leiktu í EFFO-deildini. Hesi 3 farnu árini er tað so vorðnir til heili 80 dystir á besta liðið okkara.
Vit fegnast um, at Petur ynskir at halda fram. Hjartaliga tillukku, og vit gleða okkum at síggja meira í komandi árið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald