JN

Gøtubrá: Finn gávuna at gleða ein annan á jólum

...

2015-11-16 18:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvønn einasta dag í viku savnast fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum í tilhaldsstaðnum ???Gloym meg ei???, sum heldur til í Gøtubrá í Norðragøtu.

Hesir brúkarar koma úr ymiskum støðum í nánd av Gøtubrá, og brúka tíðina her til aktivt handaligt virksemi av ymiskum slagi og aðra sosiala samveru.

Ein partur av hesum virksemi er at gera prýðislutir av ymiskum slagi, teppir, kort til føðingardagar og aðrar hátíðardagar, bara fyri at nevna nakað.

Nú stendur goymslan av hesum lutum til at bresta, og tí verður skipað fyri teirri árligu jólasøluni seinnapartin í dag.
Henda jólasølan byrjar í dag klokkan 15, og er opin heilt fram til klokkan 19. Hetta merkir so aftur, at fólk kunnu støkka inn á gólvið eftir loknan arbeiðsdag.

???Gloym meg ei??? heldur til í kjallaranum hjá eldrasambýlinum Gøtubrá, sum liggur ovarlaga í Norðragøtu.

Eitt er vist: Kemur tú á gátt í Gøtubrá í dag, er rættiliga vist at tú finnur okkurt, sum kann gleða onkran á jólum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder