Tíðindaskriv frá Atlantic Airways týsdagur 1. september 2015
11 prosent fleiri ferðafólk flugu við Atlantic Airways í summar, sammett við síðsta summar, verður staðfest í dag, nú stjóraskifti er í flogfelagnum. Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið
Atlantic Airways leggur eitt gott summar afturum seg, sum flogfelagið, ið fær nýggjan stjóra í dag, er sera væl nøgt við.
Talið av ferðafólkum er økt við umleið 12.500 ferðafólkum í tíðarskeiðnum fra mai til august í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør ??? ein vøkstur úr sløkum 109.500 ferðafólkum summarið 2014 upp í umleið 122.000 ferðandi summarið 2015. Ferðafólkatalið er sostatt í miðal økt 11 prosent í summar, sammett við summarmánaðirnar 2014. Talið av ferðandi er at kalla hækkað á øllum rutunetinum.
- Eg eri sera væl nøgdur við gongdina í summar. Góða gongdin ber boð um, at vit tóku rættar avgerðir í nýggju strategiini, tí vit kunnu staðfesta framgongd at kalla allastaðni á rutunetinum, staðfestir Jørgen Holme, ið gavst í stjórastarvinum í Atlantic Airways í gjár.
Nýggi stjórin, Jóhanna á Bergi, sum setur seg í stjórastólin í dag, er somuleiðis væl nøgd við nýggjastu ferðafólkatølini.
- Eg kann bert siga, at tað er ein sera góð kensla at taka við stjórastarvinum í einum felag, sum er í stórari menning. Fráfarni stjórin hevur saman við okkara dugnaligu starvsfólkum lagt eitt nýtt støði, sum eg byggi víðari á í framtíðarmenningini av flogfelagnum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Í tíðarskeiðnum frá mai til august 2015 varð flogið rættstundis í 76 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 17 prosentstig betri enn sama tíðarskeið síðsta summar.
Fleiri orsøkir eru til hesa framgongdina ??? eitt nú er flogvirksemið gjørt einfaldari, og bøtt er um innanhýsis arbeiðsgongdirnar. Ein týðandi orsøk er eisini dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, sum hevur havt við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður.
Vinaliga
Atlantic Airways
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald