Politikkur

Gott nýggjár

...

2021-12-31 09:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá 2021 byrjaði, vóru vit vónrík um, at gerandisdagurin fór at verða, sum hann plagdi at vera áðrenn koronu. Uttan smittu. Við mongum sosialum tiltøkum. Tað bleiv tað ikki, men vit eiga at fara inn í 2022 við somu vón. At hetta verður árið, har smittan vónandi verður bard niður, og onnur týdningarmikil viðurskifti sleppa í fokus.

Men eg skilji eisini væl, at í løtuni er trupult at vera bjartskygdur. Tað er strævið at hoyra somu skøvaðu plátuna aftur og aftur. Vit skulu leita djúpt eftir tolsemi, men eg vænti, at vit verða glaðast, um vit áhaldandi standa saman allan vegin fram til, at stríðið ímóti koronu er vunnið.

Eg vænti, at tey flestu minnast best endan av politiska árinum, ið fer. Nógv við mær fegnast um uppskotini um sammøður, sum blivu samtykt.

Í oktober vísti ein kanning hjá Setrinum, at føroyingar hava sera lítið álit á politisku flokkunum. Fyri okkum í Javnaðarflokkinum er tað týdningarmikið at vera álitisvekjandi. At hava skil í. At vera uppbyggjandi og siðilig. At geva rós, tá tað er uppiborið, og geva rís, tá órættvísi vísir seg.

Tað er okkara fatan, at soleiðis kann álitið vaksa, og fleiri samfelagsborgarar kunnu síggja politiska leikvøllin sum eitt gott og jaligt stað, har nógvar týdningarmiklar avgerðir verða tiknar.

Sum formaður eri eg fegin um, at flokkurin - saman við øðrum - hevur fingið nøkur politisk mál ígjøgnum, hóast tað er trupult í andstøðu.

??? Uppskotið um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, ið missa eitt barn, áðrenn tað er myndugt, bleiv samtykt.

??? Uppskotið um at tryggja fuglateljingar bleiv samtykt.

??? Uppskotið um samanhangandi tænastuveitingar frá tí almenna bleiv samtykt.

??? Uppskotini um sammøður blivu samtykt.

Fleiri av hesum uppskotunum fara at gera mun hjá fólki og flyta Føroyar rætta vegin. Tað fegnist eg um.

Fyri meg persónliga er tað av stórum týdningi, at vit varðveita savningarmegina í samfelagnum. At vit skilja, at vit eru samanbundin og kunnu lítið einsamøll, men nógv saman.

Tað er mín vón fyri 2022, at vit síggja virðið í vælferðarsamfelagnum og starvsfólkunum, sum hvønn dag geva ein part av sínum lívi til frama fyri onnur. Tey hava uppiborið størri virðing, og tað eiga tey at fáa.

Arbeiðsvikan skal stigvíst styttast niður í 37 tímar. Láglønt skulu hava eitt lønarlyft. Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív. Og broytingar, sum gera gerandisdagin hjá arbeiðandi fólkinum lættari.

Vit mugu fáa fleiri bíligar leigubústaðir og tryggja sjálvsagda rættin til eitt heim. Tí ein bústaður er ikki ein vøra - tað er eitt heim.

Tað skal gerast lættari hjá smáum vinnurekandi at virka, so vinnulívið gerst fjølbroyttari.

Náttúran og umhvørvið hava tørv á okkara hjálp. Tað eru vit, sum mugu avmarka og broyta okkum fyri at varðveita hetta ríkidømið á jørð.

Við hesum fari eg vegna Javnaðarflokkin at ynskja øllum, bæði á sjógvi og landi, eitt eydnuberandi nýggjár.

Aksel V. Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder