FSF.fo skrivar: A-landsliðið hevur havt sína seinasta venjing undan dystinum ímóti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli í fríggjadagin kl. 18:00
Lagið í føroyska landsliðshópinum er gott undan
HM-undankappingardystinum ímóti Kasakstan, sum verður á Tórsvølli
fríggjadagin kl. 18:00.
Føroyska liðið hevði fyrrapartin hósdagin seinastu venjingina undan
sjálvum dystinum. Allir í hópinum eru væl fyri, og fyrireikingarnar
hesar seinastu dagarnar hava gingið væl.
Christian Lamhauge Holst og Christian Restorff Mouritsen høvdu smávegis
skaðar at dragast við, til fyrstu venjingarnar, umframt at Súni Olsen
hevur ligið sjúkur. Men farið er inn í seinasta døgnið áðrenn dysturin
ímóti kasakum verður bríkslaður í gongd, eru allir komnir fyri seg, og
vónirnar fyri einum góðum føroyskum úrslitið ímóti Kasakstan eru eisini
góðar.
Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir ungu ímóti teimum eldru,
og hesaferð fóru teir ungu avstað við sigrinum. ??rslitið gjørdist 5-2
til yngra ættarliðið.
Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan byrjar kl. 18:00.
Atgongumerki kunnu keypast í FAST í Gundadali fyri einans 100 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald