2015-08-28 16:34
Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt yvirskot á 58 mió. kr. eftir skatt. Í mun til fyrra hálvár 2014 er hetta ein minking, sum í høvuðsheitum stendst av, at Eik seinastu árini hevur gingið á odda við at lækka rentustøðið, eitt nú á bústaðarlánunum hjá føroysku familjunum. Bíligasta bústaðarlánsrentan hjá Eik Banka er nú hin lægsta síðan skrásetingarnar vóru skipaðar í 1948.
Hóast bústaðarlánsrentan er lækkað, eru netto rentuinntøkurnar hækkaðar í mun til fyrra hálvár 2014. Somuleiðis eru innlán og útlán bankans økt.
?????rslitið er gott. Vit eru nøgd við gongdina og fegnast um, at inntøkurnar vaksa, hóast hørðu kappingina á marknaðinum. Okkara hugmynd er at vera fremsta val føroyinga, og gongdin er tekin um, at vit eru á rættari leið???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Hálvárið í stuttum:
??? Avlopið eftir skatt er 57,7 mió. kr.
??? Avlopið áðrenn skatt er 70,1 mió. kr.
??? ??tlán bankans eru økt til 5.184 mió. kr.
??? Innlán bankans eru økt til 6.567 mió. kr.
??? Afturføringar av útlánum og yvirtiknum ognum eru 22,7 mió. kr.
??? Gjaldførið er 174,8 prosent oman fyri lógarkravið
??? Solvensurin við hálvárið er 22,6 prosent.
Góða gongdin fyrra hálvár 2015 merkir, at bankin væntar, at ársúrslitið fyri skatt verður nakað betri enn áður mett og fer at liggja millum 80 og 110 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald