Gongdin í fyrra hálvári 2017 hevur verið góð hjá Trygd. Hálvársroknskapur felagsins vísir, atúrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,1 mió. kr., og hetta samsvarar væl við væntanirnar.
???Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár, sum m.a. vísir væl hægri inntøkur frátryggingargjøldum. Góða gongdin hjá Trygd hongur neyvt saman við góðu búskaparligu gongdini íføroyska samfelagnum sum heild.
Samstundis sum fólkatalið veksur, vaksa ognirnar í føroyska samfelagnum eisini, og harvið verðurmeira at tryggja. Seinastu árini hevur Trygd ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingar, og hettahevur eisini havt øktar inntøkur við sær. Bruttotryggingargjøldini hjá Trygd eru hækkað við 7,1 mió.kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør
Fleiri skaðar enn í fjør
Skaðagongdin hevur higartil í ár verið á sama støði, sum væntað varð við ársbyrjan, og Trygdhevur ikki verið stórvegis rakt av einstøkum stórum skaðum. ??treiðslurnar í sambandi við skaðareru 29,5 mió. kr., og hetta er 7,8 mió. kr. hægri enn sama tíðarskeið í 2016. Í fjør vóruskaðaútreiðslurnar fyri fyrra hálvár 21,7 mió. kr., og talan var tá um eitt óvanliga gott hálvár, hvatskaðum viðvíkur.
Tryggingartekniska úrslitið fyri fyrra hálvár var 4,9 mió. kr. samanborið við 10,3 mió. kr. samatíðarskeið í fjør. Tryggingartekniska úrslitið verður brúkt til at vísa úrslitið uttan íløguavkast. Tað vilsiga, at tryggingartekniska úrslitið vísir, hvussu sjálvt kjarnuvirksemið hjá felagnum stendur seg.
Góð útlit fyri seinna hálvár
Trygd væntar, at harða kappingin millum føroysku tryggingarfeløgini fer at halda fram, og atumsetningurin fer at hækka nakað í seinna hálvári. Felagið væntar, at ársúrslitið verður 8-10 mió.kr., treytað av at skaðagongdin heldur sær á verandi støði. Eginogn felagsins var 72,1 mió. kr. viðhálvárslok, og hetta verður mett at vera nøktandi.
Hálvársroknskapurin í stuttum
- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 5,1 mió. kr. samanborið við 11,1 mió. kr. sama tíðarskeið ífjør.
- Hálvársúrslitið eftir skatt var 4,1 mió. kr. samanborið við 9,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Tryggingartekniska úrslitið var 4,9 mió. kr. samanborið við 10,3 mió. kr. sama tíðarskeið ífjør.
- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 7,1 mió. kr. samanborið við samatíðarskeið í fjør og eru nú 62,3 mió. kr.
- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 37,1 mió. kr. samanborið við 33,8mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Bruttoskaðaprosentparturin var 66,4% samanborið við 47,7% sama tíðarskeið í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald