Vinna

Gott hálvár hjá TF-Holding

...

2016-08-26 13:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hálvársúrslitið hjá TF Holding samtakinum er eitt avlop á góðar 80 mió. kr. eftirskatt, og er tað betri enn væntað.

Peningastovnsvirksemið í samtakinum, Eik Banki, hevði 36,5 mió. kr. í avlopi eftir
skatt, sum er nøktandi. Innlánini vaksa støðugt og útlánini vuksu eisini eitt vet.
Nettoinntøkurnar hjá bankanum minkaðu í mun til sama tíðarskeið 2015, og er
høvuðsorsøkin til hetta rentulækkingar.

Skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum í Tryggingarfelagnum Føroyum hilnaðist
betur enn væntað. Góða gongdin í samfelagnum merkir, at at
tryggingarinntøkurnar vaksa, og harafturat hava færri størri skaðar verið fyrra
hálvár 2016 í mun til 2015. ??rslitið fyri skaðatryggingarvirksemið gjørdist eitt avlop
á 14,4 mió. kr., har tað sama tíðarskeið í fjør gav hall.

Pensjónsvirksemið hjá samtakinum í dótturfelagnum Betri pensjón er í eini
uppbyggingartíð og smá sveiggj kunnu merkja munin millum avlop og hall.

Tryggingarinnngjøldini, íroknað innskot, vuksu við 4,1 mió. kr. í ár, og felagið hevði
eitt avlop á 1,4 mió. kr. eftir skatt, sum verður mett at vera nøktandi.

Annað virksemi hjá samtakinum hevði eitt samanlagt avlop á 40,9 mió. kr. eftir
skatt, sum í høvuðsheitum stava frá avlopi av íløguvirksemi.

???Raksturin í øllum dótturfeløgunum gevur avlop fyrra hálvár 2016 og tað eru vit
nøgd við???, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

??tlitini fyri árið eru góð. Væntandi fer úrslitið at verða nakað betri enn áður mett, og
fer at liggja millum 85 og 140 mió. kr. eftir skatt.

Í stuttum:
?????rslitið fyrra hálvár 2016 er 80,3 mió. kr. eftir skatt???Eginpeningur 2,7 mia. kr.???Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 187 mió. kr.???Solvensurin hjá samtakinum er 38,8 prosent

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder