Fyrra hálvár 2015 hilnaðist væl hjá TF samtakinum. Serliga er tað peningastovnsvirksemið og íløguvirksemið, sum stendur seg væl.
??rslitið hjá samtakinum eftir skatt og áðrenn minnilutaáhugamál er 127 mió. kr. ??rslitið eftir skatt og minnilutaáhugamál, sum er ognarluturin hjá Finansiel Stabilitet, er 109 mió. kr. Áðrenn skatt og minnilutaáhugamál er úrslitið 151 mió. kr.
Bankavirksemið í samtakinum, Eik Banki, hevði 58 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvár 2015. ??rslitið er ávirkað av einstakum stórum afturføringum á tilsamans 23 mió. kr., men eisini netto rentuinntøkurnar hjá bankanum eru hækkaðar samanborið við fyrra hálvár 2014. Hetta verður mett at vera gott, serliga tá hugsað verður um, at Eik Banki enn einaferð lækkaði lægstu bústaðarlánsrentuna í mars 2015. ??rslitið áðrenn skatt var 70 mió. kr.
Tryggingarfelagið Føroyar hevði eitt hall á 20 mió. kr. eftir skatt fyrra hálvár 2015. Hetta verður ikki mett at vera eitt nøktandi úrslit. Orsøkin er partvíst, at skaðatryggingarvirksemið er merkt av fleiri miðalstórum skaðum, sum ikki hava verið fevndir av endurtryggingum. Tryggingarinntøkurnar eru vaksnar, hóast sera harða kapping á marknaðinum, og verður tað mett at vera nøktandi. ??rslitið áðrenn skatt var eitt hall á 24 mió. kr. Roknað verður við einum positivum úrsliti við ársenda.
??rslitið hjá pensjónsparturin, Betri pensjón, javnvigaði um null. Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið er framvegis í menning, og verður úrslitið tí mett at vera nøktandi. Annað virksemi hjá samtakinum, herundir íløguvirksemið, hevði tilsamans eitt avlop á 89 mió. kr. eftir skatt.
Hálvárið í stuttum:
??? ??rslitið eftir skatt, men áðrenn minnilutaáhugamál, er 127 mió. kr.
??? ??rslitið eftir skatt og minnilutaáhugamál er 109 mió. kr.
??? Eginpeningur 2,9 mia. kr.
??? Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 194 mió. kr.
??? Solvensurin hjá samtakinum er 36,6 prosent.
"Samanumtikið er úrslitið av virkseminum fyrra hálvár í ár nøktandi, hóast harða kapping á føroyska tryggingar- og bankamarknaðinum", sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald