Politikkur

Gott at hava systkin - Betri systkinaavsláttur í TK

...

2015-12-11 15:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá ið fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu varð samtykt á seinasta býráðsfundi, var samgongan í Býráðnum samd um at veita ein betri systkinaavsláttur til barnafamiljur, sum hava fleiri børn á dagstovni í Tórshavnar Kommunu. Vit halda, at tað er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna tryggjar barnafamiljum so góð viðurskifti sum møguligt, og at tað skal vera hugaligt at búseta seg í Havn sum barnafamilja. Eitt sum tyngir húsarhaldið hjá ungum barnafamiljum eru gjøld fyri dagstovnapláss. Og tess fleiri systkin eru á dagstovni, tess meira kostar tað einstøku familjuni.

Nú eru vit komin á mál við leistinum fyri nýggja systkinaavsláttrinum. Og varð hesin leistur samtyktur av einum einmælt samdum býráði á býráðsfundi í kvøld. Avgjørt er, at í Tórshavnar Kommunu skal ein barnafamilja einans rinda dagstovnagjald fyri eitt barn. Gjaldið fylgir yngsta barninum. Fyri øll hini systkini, sum eru á dagstovni, verður eftir 1. januar 2016 einki gjald tikið.

Tess fleiri børn, tess størri sparing

Henda nýskipan merkir, at ein familja, sum til dømis hevur eitt barn í vøggustovu og eitt barn í barnagarði, kemur at spara 940 kr. um mánaðin. Tess fleiri børn ein barnafamilja hevur á stovni, tess meiri sparir familjan í dagstovnaútreiðslum. Ein familja við trimum børnum, einum í vøggustovu, einum í barnagarði og einum í frítíðarskúla, fær eina minni útreiðslu um mánaðin á 1416 kr., og hevur trý barnafamiljan tvey børn í vøggustovu og eitt í barnagarði er minni útreiðslan hjá hesari familjuni 2.849 kr um mánaðin.

Henda nýskipan fer eins og eitt lækkað skattaprosent at tryggja barnafamiljum í Tórshavnar Kommunu betri kor.

Samgongan í Tórshavnar Kommunu fegnast um, at vit hava fingið fulla semju í býráðnum um hesa broyting. Hon vendir sosialt rætt, og eisini umsitingarliga er henda skipanin einføld at umsita.

Nýggja meginreglan verður sostatt at: ???Foreldur rinda bert fyri eitt barn. Hava foreldur fleiri børn í ansing, verður bert rindað fyri yngsta barnið???.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder