Ítróttur

Gott ár hjá Býarbókasavninum

...

2015-01-29 17:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Árið 2014 hilnaðist væl hjá Býarbókasavninum í Havn. Talið av vitjanum var hægri enn nakrantíð áður, og tað vóru eisini fleiri, sum læntu tilfar.

Býarbókasavnið í Havn er í dag ein sera væl vitjaður vitanarstovnur í Tórshavnar kommunu. Í 2014 vóru 119.000 skrásettar vitjanir á Býarbókasavninum ella útivið 400 vitjanir um dagin, og eru tað 4.000 fleiri enn í 2013.

Talið av vitjanum hevur verið nógv og støðugt vaksandi, síðan hæddin út móti gongugøtuni varð tikin í nýtslu sum partur av Býarbókasavninum í 2011.

Fleiri, sum læna

Talið av teimum, sum læntu tilfar frá Býarbókasavninum í 2014, hækkaði við 418 ella 12 prosentum. Ein orsøk er helst tann, at Býarbókasavnið á vári í 2014 fór undir at læna út e-bøkur, ljóðbøkur, filmar og annað tilfar á netinum. Samstundis hevur talið av siðbundnum bókaútlánum verið lækkandi síðstu árini. Hetta er ein gongd, sum eisini sæst í øðrum londum, og sum ber boð um, at bókasavnsvanarnir eru í broyting.

Eitt fjølbroytt 2014

Virksemið hjá Býarbókasavninum í 2014 var merkt av, at brúkarum í dag tørva, at bókasavnið í størri mun enn áður er við til at miðla ta vitan og kunning og tær mentanartænastur, sum bókasavnið bjóðar atgongd til.

Av slíkum tiltøkum í 2014 kunnu nevnast átta rithøvundatiltøk við upplestri og samrøðum, níggju lesiringakvøld við 4-6 lesiringum hvørja ferð, níggju skapandi tiltøk fyri bæði børn og vaksin, fimm listaframsýningar við føroyskum listafólkum, sjey bindikaféir við fyrilestrum, umframt ein hóp av smærri bókaframsýningum, útgávutiltøkum og øðrum kunnandi og upplýsandi tiltøkum.

Skúlabókasøvnini hægri útlán

Býarbókasavnið samstarvar við tey 11 skúlabókasøvnini í Tórshavnar kommunu um bókasavnstænastu. Skúlabókasøvnini hava í fleiri ár havt vøkstur í útlánstalinum samanlagt, og soleiðis varð eisini í 2014. Tað eru serliga skúlabókasøvnini á teimum báðum størstu skúlunum, Eysturskúlanum og Kommunuskúlanum, sum standa fyri hækkingini.

Nógv longri upplatingartíðir

Sum eitt úrslit av broyttu bókasavnsvanunum, hevur Býarbókasavnið frá 1. januar 2015 longt munandi um upplatingartíðina. Samanlagt er upplatingartíðin longd við 21 tímum um vikuna, og sum nakað heilt nýtt hevur Býarbókasavnið nú eisini opið sunnudag.

Lesið meira um hetta og mangt annað á heimasíðu bókasavnsins www.bbs.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder