Vinna

Google valdi Nissan

...

2016-09-09 15:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Auto Service:

Tá ið vit fyri eini tíð síðani fingu frá Visit Faroe Islands, um vit kundu útvega ein Nissan Navara NP300 til Google Street View at brúka í Føroyum, vóru vit ikki í iva.

Jú, sjálvandi vildu vit vera við til at gera Føroyar kendar og fáa Føroyar við á Google Street View. At Google valdi Nissan er okkum ein stórur heiður.

Teirra ynski var ikki ein og hvønn Nissan bil. Nei, tey vildu hava tann nýggja Nissan Navara NP300.

Nissan Navara NP300 kom beinleiðis á 1. plássið á altjóða pick-up heiðursmessuni 2016. Framleiðslan byrjaði á Nissan verksmiðjuni í Barcelona í november í fjør, og í dag koyra fleir av teimum her í Føroyum.

Ummælararnir róstu flottu útsjóndini uttan, innbúgvinum, nýggju tøknini til hendan flokkin, 2.3 litra dCi motorinum og stórfingna nýtslulastarúminum og sleipievnunum.

Í sambandi við at Google Street View nú koyrir runt í hvønn krók í Føroyum, hava vit valt at gera eina kapping, har tú kanst vinna fleiri góðar Google vinningar. Tað einasta tú skal gera, er at taka eina mynd av Google bilinum og leggja hana út á Facebook síðuna hjá okkum og siga hvar myndir er tikin, so er tú við í kappingini.

Tá ið bilurin er komin runt allar Føroyar, fara vit at draga lut um hesar vinningar:

1 stk. Dell Chromebook farteldu, viðri 4.792,-

1 stk. LG Nexus 5X fartelefon við 32GB, viðri 2.550,-

5 stk. Google Chromecast 2, viðri 320,-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder